tirsdag den 31. december 2019

LÍTIL NÝGGJÁRSRØÐA




Royni einki at siga. Eg eri hvørki ella røvari. Men eg havi skil fyri sterti og sigi so lítið sum einki.

Sum maðurin - ella var tað konan? Best er at halda kjaft. Ella munn.

Nýggjársrøða um hvat? Veðurlag sigur tú. Kanst tú liva av tí? So nógv av luft havi eg ikki í mær

at eg kann ávirka veðrið.

Eg eri føroyingur og í Føroyum skínur sólin altíð. Várharrasa sól. Tað broytist ikki og vit fiska ikki

plastikk

og reiðararnir leggja einki í pengar. Og teir ganga allir trúliga í Baptesta og har er Mammon ikki

kapitalistur men kommunistur. Men Jesus elskar kapitalistarnar meir enn øll onnur, tí einki skal vera

teimum givið, men tikið, so teir kunnu taka tað aftur saman við keisaranum sum elskar alt sum kann

eigast so hann kann fáa sítt og sítt og sítt. Og ikki minst: títt. Og vit eru hvørki

kommunistar ella kapitalistar men baptestistar og mammonistar. Tað er

ikki rætt at vit baptestatistar trúgva á pengar, nei, vit

trúgva á fleskasteikir og fáreiðaraveldi við veikari snorbremsu. Nei pengar leggja vit einki í. Hvat

skulu vit brúka teir til, ha? Okkum nýtast ikki pengar til at býta fish & chips til hvønn Hanus & Hanus

 ha? Stálið fáa vit eisini fyri einki frá vára útlendsku brøðrum. Vit egna heldur ikki við pengum,

vit egna við fleskasteikum og við egnum fisk & chipsi so mann

 merkir sveittan frá einum sum aldin hevur verið í bað. Tað er sakin. Fólkaflokssakin. Tann

pengaleysa sakin.

Og hvat rakar tað ongan?

Tað rakar heldur ongan at vit hava keypt fólkafloksins

consiglieri Chr. "Tom Hagen" Andreasen. Fyri pengar? Ha? Sig mær, hugsa tit bara um pengar?

Sjálvandi fær hann nógv aftur fyri at skaffa okkum fólksins øh okkara ogn. Hvat tá? Vit eru jú Mammons

øh Guds útvaldu reiðarar sum eru valdir at stýra fólkið beina leið í bank øh Baptesta at angra sínar syndir

tá tey hava valt hinar flokkarnar og ikki givið okkum pengarnar og havsins virðir sum vit sum Guds og

Baptestasa og Erdogan Vestergaards  og Guds og Mamm øh øh íslendingar øh hálendingar øh útvalda

fólk jú eiga.



Gott nýggjár øll tit vælhavandi og rætttrúgvandi.

Gamlaársmorgun 2019

Bróðir Brilluball





Ingen kommentarer:

Send en kommentar