fredag den 29. april 2016

WILD BILL OG HINI

Takk fyri eina góða røðu! siga tey við tann tey eru samd við og so komu tey við einum spurningi til røðaran sum tey hava avtalað frammanundan. Mikið óforútsigiligt.  Og sum tað er patetiskt at lurta eftir teimum. Teimum villu. Teimum villu kristnu. At tjóðin verður kluvd, um ein minniluti eisini sleppur at giftast. Kæru vinir, tjóðin er langt síðani kluvd og tað eru tit sum hava gjørt tað, tí tit ikki vilja góðtaka minnilutan, tey samkyntu. Patetiskt er tað eisini, tá tey sjálv siga seg vera offur. Tey villu kristnu sum siga seg verða háðað og spottað, tí tey ikki vilja góðtaka tey samkyndu. Tað skuldi bara mangla! Hesi sum altíð hava havt maktina í landinum. Í øldir sloppu vit einki fyri teimum. Vit máttu ikki fáa ein lítlan, vit máttu ikki fara í dans alt ov seint leygarkvøld. Vit máttu ikki lesa tað, vit høvdu hug til at lesa. Heldur ikki skriva tað, vit høvdu hug til at skriva. Mongum filmi bannaðu tit. Tit sloppu alt tykkara - og tað sleppa tit enn - fara á møti ella í kirkju, bæði inni og úti. Eingin noktaði tykkum tað. Og tað skulu tit sjálvandi hava loyvi til. Tað skuldi bara mangla!

Og so eru tey so hørm um fólkakirkjuna, sum als ikki fær rætt at víga samkynd. Fólkakirkjan sum sigst hava so høgt til loftið - orsakað hválvið - og vítt til veggja. Sjálvt um hon ongantíð hevur verið tað.   Fólkakirkjan man ikki altíð hava verið av guðs góðu børnum. Og tað er hon heldur ikki í dag. Hon vil ikki signa samkynd. Tað merkir at hon ikki vil góðtaka samkynd. Fólkakirkjan er als ikki fyri øll. Hon er líka so intolerant sum allar hinar samkomurnar. Kanska er okkurt batna, t.d. verða sjálvmordarar ikki longur grivnir uttan fyri kirkjugarðin.

Tað eru nøkur sum eru samkynd. Eini 5- 10 %. Eg kenni fleiri teirra. Eisini onkran frá barnsbeini av og havi altíð vita at viðkomandi er "øðrvísi".  Tá nyttar einki at tríva í nakrar nógv meir enn 2000 ára gamlar jødiskar lógir. Tað hevur helst verið ósømiligt tá í tíðini at menn ikki fingu nokk frá konuni og royndu seg við monnum. Helst hevur tað ikki verið so praktiskt. Har stendur eisini so nógv annað, sum vit ikki mugu, men sum vit øll gera kortini, eisini tey villu kristnu.

Men hvat F.... skal Guð hava ímóti teimum samkyndu, at tey vilja liva saman, eisini undir somu dýnu, tí tað er tað einasta rætta hjá teimum? Tað má hann sjálvur svara, og tað ger hann ongantíð.

Tá tey villu kristnu - Wild Bill og hini - ikki vilja góðtaka rættindi teirra samkyndu, hvat vilja tey so? At tey aftur skulu ganga sum hím í skotunum? Ikki vera góðtikin av nøkrum? Ganga inn á almenn wcir í útlondum at finna tilvildarligar partnarar og fáa líka so tilvildarligar sjúkur? Fara inn í eina myrka park og koma út aftur sundursorlagur? Ella myrdur? Vilja tey at fleiri samkynd skulu fremja sjálvmorð?

Tey villu kristnu vilja nevniliga, at tey samkyndu skulu liva eitt ósømiligt lív. Tey mugu ikki liva eitt lív saman við tí tey elska. Tí einasta eina. At tey kunnu giftast hvør við øðrum, eins og tey villu kristnu og øll onnur kunna.

Og í dag fingu tey villu kristnu ikki rætt. Tey fingu ein framman á.

Tey hildu nakrar vánaligar røður.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar