Her síggja tygum kápuna aftan. Inni í er mangt gott, ið ikki verður avdúkað her, men verkið fæst til keyps niðri hjá Steinprenti á Skálatrøð.
*
tá tað kavar
síggi eg
ein film
tá eg
síggi filmin
regnar tað
tá eg
síggi regnið
filmi eg
kavan
tá eg skal
vísa filmin
fyri øðrum
skínur sólin
og eg siti
einsamallur eftir
og síggi
kavan
:
.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar