lørdag den 23. juli 2016

JUBILSØKA


hvat skal eg her
eg eri ikki á nakrari festival
ella á onkrari fest
sum tað nú eitur
var veitsla heldur ikki eitt gott orð
ella stevna ella søka ella jubil
jubil hevði verið tað besta orðið at nevnt alt hetta
sum verður nevnt um alt møguligt annað enn tað tað er
jubil er eitt minst líka gott orð sum øll hini
og jubilidiotur er tvífalt so gott
tá mann kortini bara skal drekka øl úr plastbikørum
og lurta eftir bygdasligum tónleiki
sum var populerur í trý sekund
eina ferð langt síðani í farnu øld
tá tey ikki tóku myndir av sær sjálvum
og sendu tey sum telefontelegram til onkran nýfermdan
kúll ella kúllindu sum ikki høvdu hoyrt um róarkeldufagnaðin
ella g! ella summarfestivalin fyri óegndar stampar
sum ongantíð fingu húkin fastan í búkin á teirri røttu hitparaduni
ið altíð er tann doyggjandi sjúklingurin
sum bara vil vera í frið at vera tað
so leingi hann fær pengar afturfyri

Ingen kommentarer:

Send en kommentar