onsdag den 5. oktober 2016
EIN BÓK IÐ ØLL EIGA AT OGNA SÆR SUM SKJÓTAST
ógráur ætlanarpennur
setir merki
á trúnaðarturkin sum
heldur ikki slapp út
at spæla við
uppboðsútsøluhaldaran
so dagurin varð lopin um
onkur leyp bara bukk
um álmanakkarnar
sum stóðu stáplaðir
á gólvinum
sum komandi
metseljarar
men eingin hevur enn
keypt nakað met
tí fólk vita ikki hvussu
tað sær út
ella hvussu tey lukta og smakka
so tey fáa sær heldur eitt net
og fylla tað við
mínum nýggjasta yrkingasavni
SKRIFTSTØÐ
sum ikki snýr seg
um miseydnaðar
skótadreingjaloysingar
tvítungutos
og aðrar politiskar dýnulyftingar
ið hava fingið alt ov nógv pláss
í fjølmiðlunum
nei í SKRIFTSTØÐUM
fært tú millum annað at vita
sonnu søguna um kópakonuna
sum sjálvandi ikki var ein kópakona
men tað sum stendur í SKRIFTSTØÐUM
har er mangt annað óhugnaligt
at hugna sær við
til dømis hvat nólsoyar-páll
fekst við í sínum deyða
í huganum á einum skipi
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar