mandag den 3. oktober 2016

TEY SUM IKKI TORDU AT ØTAST




tað er
ikki størri
enn so at
tað sæst
eisini úti
í skøndli
har ongar
blómur
líða nakra 
neyð og
tað er minni
enn so hvønn
dag at regn
og sól samsvimja
í somu strálu
men tey sum
ganga har hava
aldrin hoyrt um
úrkynjing ella
heimagjørdan
bláberjabuding
tí tað er ikki
hvørsmansføri
at vera heimføddur 
føroyingur har
um leiðir heldur
ikki um tú
gongur uttan um
ta vanligu
sniðgøtuna
sum eingin
sniðgevi
hevur givið snið
ella snýð og
tó snýsa fólk
sær vandaliga
á hesi leið
so skøndlar 
ikki vakna
áraka snorið
sum einki hevur
at gera við
hetta nýggja
orðið sum lá
beint fyri framman
føtur hins bekluta
hvørsfallsmannsins
ið kann fáa hjáljóð
at mennast sum
kol í køldum
komfýri og
viðhvørt eisini ovni
og tað er ikki tær
at siga ella takka
fyri at so er vorðið
í tí innara klisjufjósinum
har bøndur eru tveittir
á bøin og bóndakonur
mjólka sær sjálvum
fram ímóti einum
vali sum einki
orðatak hevur tikið til
sín og heldur eingin minnissteinur
fer at fríðka og blíðka
tey bilblíðu tún
og eingin fer at spyrja
hvønn skulu vit minnast
tá vit ongan skulu gloyma
og hann er strúkur í vindi
beint har eg standi og syndi
og vindi enn eina tvøgu
av orðum sum einki
og ongan
vildi turka
fyrr enn alt legðist
aftur í alt
innast inni
úti í skøndli










:

Ingen kommentarer:

Send en kommentar