søndag den 20. november 2016
ÓMAKASKRÁIN OG SMAKKUR HENNARA
o vakurleiki vakurleiki
tú ert hvørki
hýsuhøvdakirkjan
ella
brennistøðin sum
reinsar dýnujakkar
og sleikir tyrluróma
omaná
eingin sum eg
eingin sum tú
eins og kensluleys
nakkahár
kvigin
sum mantra
gamlaárskvøld
eingin er sum
rulkur hann
eigur
onga ætlan
men tenninar
eru úr gomlum
bukkubretti
eins og
brillurnar
ið bara
síggja
brillur
fagurliga
feittið
mussar
viskileðrið
og verður
fagurfrøðiligur
fótasveitti
millum skavandi
stólar
nevsligin
sært tú
rullupylsuportur
steðga neytunum
á hálvari leið
niðan í
ta hárutu
høllina
allar bøkur
eru blindar
í ávísum hondum
døgurðavísararnir
á fesjubukkuni
klikkja hvørt máltið
til aðrar vísarar
(t.e. tey svínini sum
ikki eru á tallerkinum)
at munga
onnur dýr
guva ikki
tað onnur
duga ella
tað
vit hava
hug á
og tað kann vera
ein hugdjørv høsnasúpan
sopin við pensli
sum tolir meir enn
aðrar litir
á dagsins søltu
túnum
framhaldandi
er einki at
halda í
hjá andans
kambfjaðrum
og teir gera
enn eina roynd
at stinga seg niður
í mjølsekkin
íverkseta
í skundi
eina sós
so einki
ljós skal
skilja
okkum
sundur
tá vit elta
eina framtíð
aftrat
at tveita
við eftir
tí virðisleysa
vakurleikanum
sum eingin
smiður vil lata
seg dálka av
fyrr enn
vit hava
eitt nýtt orð
fyri hann
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar