tá tú hevur
sett á
hugflogið
og gjørt tað
til eitt brot
av gomlum døgum
soleiðis
sóu tær út
teldurnar
mínir
grótmannaforfedrar
evnaðu til
vil meitlum
og hamarum
himmalsins
portur
teirra ivandi
er eisini
eitt portur
tá so nógv
er at fara til
og eingin vil við
okkurt
skal mann
hava at
takast við
tá mann flytur
heim aftur
helst rann hon undan onkrum
og so fór hon úr skónum
fyri at renna skjótari
og so fekk hon bara annan skógvin við
í hondina
hopi ikki
at nakar fangaði hana
fleiri deildir kanska
tá tú flytir heim
sumt
kann bara síggjast
har tú sær tað
og tó
viðhvørt
er tað ein fyrimunur
at vera tann spannin
sum verður sett uttanfyri
ikki minst
tá allar hinar
eru líka turrisligar
spyr ikki meg
nær sólin skínur
ella nær tað verða grindaboð
eg veit bara eitt
eg síggi bara blátt
soleiðis
sá veruleikin
eisini út
tá vit spældu har
*****
eina tablett
fyri orðaviðkvæmi
tvær fyri vantandi kærleika
fyri tí siðbundna
og tríggjar
fyri rímneyð
.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar