fredag den 16. januar 2015

EITT SINDUR UM FORNSKÁLVÍKST



Ikki sørt smástuttligt og -hugnaligt at lurta eftir Súna á Breddanum og Heðini Gjóvskaldi í útvarpaðu kultursendingini í Kringvarpinum. Teir vóru vendir við ávegis til Skálvíkar at luttaka í mentanarvirðislønarhandanini (tak hatta orðið upp aftur og aftur, skjótari og skjótari), og settust í útvarpsstovuni at tosa um skálvíksskald. Heðin Brú, K. O. Viderø og Hans Dalsgaard. Frægir menn haldi eg so við. 

Tað var mest tí teir tosaðu um Viderø, at eg skrivi hetta, eisini tí at eg júst havi endurlisið "Ferð mín til Damaskusar". Nógv hevur verið sagt um málið hjá Viderø. Onkur sigur at hann er bara ein krukka, tí skrivar hann soleiðis. Havi eisini hoyrt onkran sagt, at soleiðis tosaðu teir gomlu skálvíkingarnir. Tað trúgvi eg ikki, ella so hava teir verið ólukksáliga gamlir. Haldi ikki at hann er so torførur at lesa, sum so nógv halda, orðafrágreiðingarlisti er eisini afturi í bókunum. Jú viðhvørt kann ein argast av málinum, og geva tí rætt, sum sigur, at málið er í so krukkut, ella pottasligt sum tað eitur á nýføroyskum, tó ikki náttpottasligt. Hann er heldur ikki altíð heilt konsekventur. Men aftur hesa ferð mundi eg verðið forargaður av einum orði. Tað er tá hann fortelur um, hvussu bangin pápi hansara var um hann, tá hann fyrstu fór av landinum til Danmarkar, og hann skrivar á blaðsíðu 46: 

" - Men faðir varð sitandi uppi ásamt móður. Í heysi hans gekk nú mangt og hvat aftur, sum hann havdi lisið í reyvaraskaldsøgum, til dømis av Sherloc Holmes ella av Conan Doyle; - soleiðis britist honum londini fyrir útan Føroyar liggjandi í tí vonda, - og móðir sinnaði honum. " 

Lortur liggur á tí, at hann ikki veit, ella helst hevur gloymt, at Conan Doyle skrivaði um Sherlock Holmes, men verri við orðinum reyvarskaldsøga. Hví nevnir hann tær tað? Røvaraskaldsøgur? Man hetta vera fornt skálvíksmál? Hann kann ikki halda, at krimihøvundar eru reyvarar, tí konufólk skriva eisini reyvaraskaldsøgur. Snúgva hesar bøkur seg um reyvarar, ella eru tað bara reyvarar, ið lesa slíkar bøkur? Kanska onkur kann hjálpa mær, tí eg eigi ikki sjálvur nakra fornskálvíkska orðabók.






,

2 kommentarer:

  1. Desverri eingin hjálp at fáa hiðani, men takk fyri undirhaldið!!!

    SvarSlet
  2. Kanska var Viderø eitt sindur krukkutur, hann var í hvussu er sjáldsamur. Málið hjá honum var sjáldsamt, men ikki skálvíksmál.

    Skálvíksmál finnur tú hjá Heðin Brú.

    SvarSlet