torsdag den 1. januar 2015

ØRLÍTIL NÝGGJÁRSRØÐA

Lat meg einki siga um lortaárið sum fór. Og eg fari heldur einki at ynskja um tað nýggja árið. Eg ynski bara, tá eg síggi stjørnuskot og tað er sjáldan. Mest sum aldrin. Eg hevði tó eitt ynski í fjør, at fáa eitt strúkijarn í jólagávu, men tað fekk eg ikki, so í tí nýggja árinum fari eg framhaldandi at ganga í óstroknum skjúrtum, Tó ber til at gita um nýggja árið, men eg veit ikki rættiliga hví, tí árið kemur og fer kortini og eg ætli mær at arbeiða víðari við tí eg arbeiði við og ætli mær at gera tað so væl eg kann. Ella betri enn eg kann. Málið má altíð vera at tú skalt verða betri enn tú sjálvur. Tú ert tín egni kappingarneyti.

Og tað er valár í ár. Stuttligt verður at síggja og hoyra, ella rættari: at ikki síggja og ikki hoyra, hvat vælevnini ikki fara at tora at koma inn á. T.d. dálkingina av okkara firðum orsakað av laksaalingini. Eg fari at vedda fimm fryst alilaksfløk uppá, at einki valevni fer at nevna tað við einum orði. Mentan fara tó øll valevnini at lova stóran stuðul til, og tá tey koma í samgongu, verður tað sum seinast: mentanargrunnurin verður skerdur upp aftur meir. Og einki hjálpir at Drotningin við fronskum sheiki kemur at vitja og at hon enki undirhald fær í Føroyum vegna listafólkablokadu. Soleiðis er tað bara, sum reyvatungir eysturoyartingmenn plaga til at taka.

Grindaporno sleppa vit heldur ikki undan í ár. Allir miðlar verða á tremur við grind og spiki, Watsonum og grindafelagsmonnum, kálhøvdum og kyksilvuri.

Fyrr var sagt, at eitt flakavirki var á hvørjum tanga. Skjótt fara vit at siga, at ein festivalur er á hvørjum tanga. tí enn fleiri festivalar fara at koma. Seyðarockfestivalur í Saksum. Alternativur countryfestivalur til fólk við flæætari tungu av Eiði frá Gjógv og úr Svínoy fara at skipa fyri á Eiði. Trillubørurockfestivalur í Skopum. Blákrosspopp inni á Nesi og ikki minst makreldansibandsfestivalin á Tvøroyri. Grindapornofestivalur verður bæði í Hósvík og í Húsavík. Hetta eru bert nakrir fáir festivalar, ið vit fara at hoyra um í nýggja árinum.

Bókaárið verður eisini einastandandi. Tað vísir seg nevniliga, at fleiri skútur onga bók hava fingið um seg. Bæði burturgingnar og slíkar sum eru rotnaðar upp av sær sjálvum. Teir smærru bátarnir skulu eisini hava sína bók. Allir teir misháttu, hvítu plastbátarnir á vestaru Vág í Havn skríggja eftir eini bók í part. Føroyskir rithøvundar fáa nokk at gera og ríka okkum andaliga við hesum avbera góðum skipa- og bátasøgum. Ikki um at tala allar myndirnar sum verða við bókunum. Tær gleða vit okkum mest til.

Og fleiri spennandi bøkur av tí lættlesiliga slagnum fara at koma. Ja, nógvar nýggjar krimibøkur fara at koma, um ikki ein um vikuna, so í  øllum førum ein aðru hvørja viku. Um alskyns detektivar í svimjubrillum sum fara at klintra í bjørgunum og lúra inn í gjøgnum vindeyguni hjá hampafólki. Føroyingurin er jú eitt lesandi fólk og hugsar serliga djúpt, tá hann lesur svimjibrillukrimibøkur.

Hetta er, sum tit síggja, ikki nakað eg ynski mær, men eg vænti mær bara, at so verður og av tí sama er tað eitt sindur ringt at siga gott nýggjár, men geri tað kortini, kanska vaknar onkur og vendir alt á høvdið. Gott nýggjár.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar