Helt tað vera óhugnaligt at koma oman á vaglið fyrst í mánaðinum. Var eg komin í eina kz-legu? Nei tað var eitt sindur ov patetiskt at hugsa so. Men eg hevði júst lisið ein høvund sum hevði verið fangi í bæði Auschwitz og Buchenwald, ungarski Imre Kertész. So nógv kunnu bókmentir ávirka meg, men Vaglið? Tað var ein sannur torturur at fáa hasar jólasangirnar úr hátalarunum tvungnar í míni oyru. Og allar hesi smáu, vemmiligu ljósperurnar, ið hingu á trøum og pelum og rundan um vindeygu, vóru sum píkatráður. Tey skóru í míni viðkvomu eygu, so eg varð noyddur at blunda og banna innantanna, at tað heðinshugnaliga smakkloysið eingin mørk kennir.
Á sama hátt havi eg tað við sendingini Sjá, sum Heini við krosskastaðum Beini leggur til rættis. Tú fært veruliga ilt í eyguni. Eg veit ikki, hvussu ofrini í sendingini hava tað, tey og teirra traumur verturin válkar sær í. Interiørið er sum eg kundi hugsað mær eitt framtíðar líkkapell í tí næsta Star Wars filminum, um tað nú koma fleiri. Haldi eisini at konceptið, tey kalla, er eitt sindur ólekkurt. Minnir ikki sørt um vikublaðið Ude & Hjemme, sum eg onkuntíð las, tá eg var í kioskvinnuni. innihaldið var altíð ein blandingur av tragedium (morð, vanlukkur osfr.) og matuppskriftum og klænkikurum. Sjálvandi skulu sendingar gerast við fólk sum eru merkt av "lívsins løstum", sum ein prestur tók til nú ein dagin, men tað átti at borið til, at lagt tað fram undir meiri náttúrligur umstøðum, og ikki soleiðis, at hyggjarin fær ilt í eyguni.
Og so hoppi eg beint yvir í mentanarsendingina hjá sjónvarpinum, sum Ivan Niclassen, ið ikki krosskastar beinini, skipar fyri. Hann stendur nevniliga uppi. Og sendingin eitur Grindin. Tað skilja øll so væl. Vit eru jú so tvítýdd. Baktjaldið minnir meg á eitt tapet, eg hevði uppi á loftinum í mínum kamari í Varðalág. Minnist væl at pápi segði, at eg fór at blíva í ørviti av tí. Partvís hevði hann rætt. Serliga tá eg kom heim eftir at hava ballast nakað nógv. Og eg sovnaði ikki, tí alt fór at mala fyri mær. Og eg roknaði ikki við, at eg kláraði út á wc-ið at ofra, men læt heldur vindeygað upp og spýði alt kvøldið úr mær oman eftir húsavegginum. Tá var gamli óður sunnumorgunin. Tá hann stóð og spulaði spýggjuna av húsaskjøldrinum, meðan hann hart bannaði:"Tín forbrendi havhestur!" Soleiðis fekk eg tað eisini, tá eg sá seinastu sending av Grindini. Fyrst eitt innslag um Hanus og Archie. Fínasta slag. Og um filmin hjá Heiðriki á Heygum, fínasta slag. Tó skilti eg ikki, at Ivan bleiv við at snakka um nøtufilm, tí eg sá onga nøt og enn minni nakran nøtubrótara, helst var hann bara í jólahýri. Men so komu bókaummælir og -umrøður. Av tveimum verkum sum einki hava at gera í eini mentanarsending. Bara at síggja permurnar, hesar typisku óalmindiliga ljótu dicount-estetisku permurnar sum eru rundan um næstan hvørja ta einastu føroysku bók, fingu meg at klíggja. Ummælið og umrøður vóru helst okay, men hví spilla dýrabaru tíðina í eini mentanarsending til sovorðið crap! Hvørgin av bókunum er neyðug og høvundarnir átti at verið noyddir at etið alt upplagið í seg niðri á Vaglinum meðan jólasjengurin var skrúvaður for frá. Samstundis skuldi borgarstjórin gingið runt og tikið hondina á øllum sum vóru komin at eygleiða, líkasum fyri at gera tað eitt lítið sindur meiri hugnaligt.
Eg skundaði mær út á bukkuna og koyrdi fingurin í hálsin, áðrenn næsta innslag kom. Og Jesu Navn! Tað var hann sjálvur skaldsøguserfrøðingurin uppi í Bog&Ide deildini í SMS. Hann stóð og stáplaði donsku krimidrotningina Sáru Blæbel, tá verturin kom og órógvaði hann, so hann mundi fingið allan stápilin niður á tærnar. Jú. hann sjálvur skalsøguserfrøðingurin mikli skuldi fortelja um bestseljarar. Og tann besti seljarin var Atlassið sjálvandi. Tað føroyska. Har er ikki so nógv at lesa, hugsaði eg. So tað er helst tí. Føroyingurin er eitt lesiveikt fólkaslag og vil helst lesa bøkur við nógvum myndum og lítlum og ongum teksti. Ella lættskrivaðum teksti sum í krimibókini sum lá nummar tvey eftir Atlassið, sum serfrøðingurin í skaldsøgum ikki enn hevur lagt út á Topplistan yvir fagurbókmentir saman við Álmanakkanum, Støddfrøðishandbókini og øðrum meistaraverkum. Fólk kunnu eisini sita saman rundan um Atlassið og peika. "Har havi eg verið og har havi eg ikki verið". Tey kunnu hava spurnarkapping um, hvussu tey ymisku londini stavast á "føroyskum". So fáa tey jú eisini brúkt brosvøddarnar á jólum. Annars var eisini onkur ljót bók um onkra skipsólukku. Tað selur og tað kemur næstan ein bók út um dagin við skipum sum eru gingin burtur. Skjótt eru ikki fleiri at skriva um, so tað næsta verður, at menn fara at skriva bøkur um skip sum kundu verið gingin burtur, ella sum áttu at gingið burtur. Og so kláraði eg ikki at síggja meir, eg fekk so ilt fyri hjartað, og vildi ikki kalla meg sjálvan ein forbrendan havhest. So innslagið um Guðrið má eg síggi seinni, tá eg havi gloymt alt um tey famøsu bókainnsløgini.
Eg ætlaði mær yvirhøvur ikki at skriva nakað um Kringvarpið ella sendingar tess. Tí tá kann mann altíð blíva eitt sindur negativur. Eg ætlaði bara at ynskja øllum, eisini Kringvarpinum, sum eg veit, eisini dugir at gera góðar sendingar, eini gleðilig jól.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar