torsdag den 11. december 2014

TOPPLISTI TEIRRA TOLLUTU


Veit ikki hvat eg skal siga um Merkisteinin, fittur drongur, dugir væl at herma og telva og veit alt sum er vert at vita um HB. Helst er hann eisini tann frægasti kulturjournalisturin í Vørpunum, men tað er ikki nóg gott. T. d.í In mente og nú Mentanarcaféini. Tá hann ikki veit, hvat hann skal finna uppá, plagar hann bara ringja til krimisussið mikla niðri við Nívánna. Eisini sjálvt um sussið sussar akkurát tað sama sum seinast Merkisteinurin ringdi til hann. Í síðstuni hevur hann tó ikki bara  ringt til hann, men hevur heilar tvær ferðir havt hann á vitjan í kulturcaféini, har hann aðru ferðina sussaði akkurát tað sama sussið sum fyrru ferð. Aðrar tíðir, tá nýggj bók kemur eftir onkran, so endurspælar hann bara brot úr onkrari samrøðu við viðkomandi høvund, um hann ikki endurgevur samrøður við krimisussið sum av ein ella aðrari orsøk eisini kallar seg bókmentafrøðing.

Og nú hevur hann funnið ein annan bókmentafrøðing. Skaldsøguserfrøðingin Kára Árting, sum annars er leiðari av Bog&Idé (!) handlinum Rit og Rák og ikki dugir at siga Laterna Magica. Hesin veit alt um samtíðar bókmentir. Hygg bara at topplista hansara í fagurbókmentum:1 Á veingjum, 2 Karlo og Luddi, 3 Leskilig jól, 4 Okkara maður á Christiansborg, 5 At elska og liva, 6 Børnini broðreiða, 7  Niels Lassen Holm  8 Skakandi tilburðir 9 Álmanakkin 2015 og sum rosinan í pylsuendanum nr 10 Støddfrøði handbók.

Fagurbókmentir? Ja hesin veit alt um skaldskap og hvør ið keypir hvat. Og so skipar hann fyri eini kapping um at skriva eina skaldsøgu. Vinningurin er skallutar hálvtrýss túsund krónur. Og tað skal vera ein samtíðarsøga. Kanska skuldi hann fortalt okkum, hvat tað er fyri nakað? Hevði hann veruliga verið skaldsøguelskari og, so hevði hann einans kravt at skaldsøgan skuldi  vera góð. Ferdigt! Men kanska meinar hann í veruleikanum, at fólk heldur skulu skriva ein nýggjan álmanakka. Tí hvat er meiri samtíðarligt enn ein nýggjur álmanakki á hvørjum ári?

Og bara tvær føroyskar skaldsøgur eru komnar í ár, sigur serfrøðingurin. Onnur er ein krimibók, triviallitteraturur. Men tað eru tvær skaldsøgur komnar, men triviabókin er ikki onnur. Men ein, eg sjálvur havi skrivað, og eg skilji nú, hví hon ikki kann søkjast á heimasíðuni hjá Bog & Idé handilsmanninum. Kanska fæst hon heldur ikki til keyps har.

Og nú tá Merkisteinurin vísir so stóran áhuga fyri skaldsøgunum, hví syrgir hann ikki fyri, at onkur ummælir tær føroysku skaldsøgurnar, og yrkingasøvnini, í sínum sendingum? Í staðin fær hann skilamannin Hanus Kamban at tosa um eina óskaldsliga bók um Lawrence of Arabia. Tað innslagið hevði hóskað betur í eini uttanríkissending, um nú nøkur slík er í Vørpunum. Tað er eingin grund til at spilla dýrabara tíð upp á enn ein langrøkjutan Hanus, sum annars hevði verið góður sum app, at hjálpa fólki sum líða av svøvnloysi, so tey ikki nýtast at eta ov nógvar sovitablettir.

Víst koma ov fáar føroyskar skaldsøgur út á føroyskum. Men vit hava mest sum ongar skaldsøguformidlarar heldur. Bókmentafrøðingar tykjast vit heldur ikki at hava, ella um vit hava nakrar, so krógva teir seg ólukksáliga væl. Einki forum fyri skaldskap. Heldur ikki hava vit nakran góðan bókahandil. 

Tað er vert at skriva í álmanakkan og eingin støddfrøðishandbók nýtist til, at rokna út, at so er.






.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar