torsdag den 8. oktober 2015
EITT SINDUR UM HÚSAKULDA
Øgiliga kaldur. Eingin varmi. Plummarin kemur ikki fyrr enn í morgin. Nú visti eg ikki um eg skuldi skriva blikksmiður ella rørsmiður. Teir fáast vælsaktans við bæði blikk og rør og nógv annað aftrat. Blikkinsláari hava tey helst sagt í Havn í eitt sindur gomlum døgum. Ludvík Blikk var ein teirra. Guð viti hví fólk hava búsett seg so norðalaga á knøttinum. Man tað vera fyri at sleppa undan Guði at tey bleiku fólkasløgini búsettust her? Allar hesar villu religiónirnar koma jú úr tí ræðuliga Miðeysturhitanum. Og har rigga tær kanska best. Hygg og hoyr bara sum teir stríðast hvør ímóti øðrum. Fyrst drepur tú meg, tí at eg drap teg, og síðani drepi eg teg, tí at tú drapst meg, og so drepur tú aftur meg, tí at eg drap teg, og soleiðis drepa vit hvønn annan í ævir allar.
Kortini kom Guð aftaná okkum bleikskortum, so vit ikki longur sloppu at trúgva uppá meiri festligar gudar, og vit vóru eisini friðardýr. Kundu ikki funnið uppá at farið í víking og gjørt øðrum ónáðir. Og um vit gjørdu tað, var tað bert fyri at fáa hita í kroppin. Guði treingist eisini til eitt sindur av kulda viðhvørt. Og tað eiga vit nóg mikið av. Hevði hann komið inn á gólvið, hevði eg skonkt honum ein snaps. Og hevði ein bjørn komið framvið uttan fyri hjá mær, hevði eg skotið hana og latið meg í skinnið. Men eg eigi tíverri hvørki snaps ella byrsu.
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar