fredag den 20. februar 2015
TAÐ SUM IKKI VERÐUR SAGT
at eitt spor byrjar í havanum,
at egið dámar betur tann villa russiska havan enn tann
vælbarberaða enska,
hvat um havin var fullur av orðum? (tað er hann sjálvandi eisini)
undir súreplatrænum krógvar poetikkurin seg saman við
ideologiini: har vespurnar seinni fara at elska tey falnu
coxsúreplini,
í einum urtagarði skalt tú ikki bara lesa millum reglurnar men
eisini
millum orðini,
ikki henda løgna útsøgnin, at tað minnir ov nógv um tað sum
stendur á hansara bloggi,
bloggurin er ein skaldslig royndarstova tá hann ikki er eitt einmans
tíðarrit,
nógv av tí sum stendur á blogginum er tikið úr bókum í gerð og
einki forgjørt er í tí,
ein samandráttur av Reglum (1984) stóð árið fyri í tíðarritinum
Brá,
men eingin segði, tá bókin kom
út, at hatta minnir ov nógv um tað sum stóð í Brá, Feðgar á ferð hjá
Heðini Brú stóð eisini fyrst
í Varðanum og tá hon kom út sum bók var tað eingin sum segði at
hatta minnir ov nógv um tað sum
stóð í Varðanum,
og ikki aftur hetta her "er hetta ein skaldsøga"! Harrajesus, eru vit
komin nakra leið í bókmentasøguni
í Føroyum? Ja vit standa sum hønur og skrava og skrava og skrava
og skrava niður í tað sum vit
einki vita um. Ikki so løgið at ein fær so fá ummæli og lesarar,
kunnleikaloysi og ókunnleikaalskur hálsfevnast,
Hvat fanin er ein
skaldsøga? Eg veit væl at tað er ljótt at banna, men við hvørt riggar
tað
eins og klassisk ironi sum als einki
hevur við spei at gera. Merkir skaldsøga (roman/novel) annað enn
nakað sum ber nakað nýtt eins og
nýggjheitir/tíðindi? Hava tit nakran tíð hoyrt um form? Øgiliga
stuttligt hann sjálvir at pápi tín brúkti
formar til at stoypa garðar og húsagrundina við. Men teir formarnir
vóru alt ov líka, alt ov javnir, tí
eru húsini - og garðurin - so keðiliga siðbundin.
Nietzsche sigur upprunan til skaldsøguna vera dialogarnir hjá
Platon. Vit kunnu ella kunnu ikki siga at
upprunin ella hugskotið til fragmentarisku skaldsøguna eru
fragmentini hjá Herakleitos. Hetta má
fegin mótsigast ma. av mær sjálvum.
Eri so troyttur nú men kundi kundi hugsað mær at hildið fram tá eg
eri minni troyttur,
*
Dagin eftir spýði hann knettir,
at einki verður gjørt burtur úr, at bókin er til minnis um tríggjar
aðrar bøkur,
at bls. 105 - 143 eru allar sum tær eru spák í skóginum har
søgusigarin býr (Keypmannahavn verður ofta nevnt av
ummum við ongum s´i, men lítið og einki snýr seg um tann býin
burtursæð frá
kjallaramálningardøgunum) við tonkum/minnum ið loysna og
festast
á slíkum ferðum, og tað eru líka nógv minnir frá trýssunum sum
frá hálvfjerðsunum og fírsunum og hálvfemsunum og nullunum og
ikki minst: tíggjunum, gamalt var at geva rættlesaranum rætt í
øllum tó við einum undantaki - teir mugu fyri alt í verðini ikki fáa
hundrað % rætt!- á síðu 105 áttandu reglu úr erva, havi eg skrivað
um "hálvskuskøddu skógvar" og tað var ikki gott fyri tærnar hjá
fræga rættlesaranum sum vildi rætta til "hálkuskøddu", men eg helt
við mítt, tí tað var gamalt hjá okkum - og tað kundi rættlesarin frægi
ikki vita - at tá mann læt seg í hálvhosur uttan á skógvarnar ella
stivlarnar, ja so var mann hálvskuskøddur, slíkt kann tú heldur ikki
krevja, at fólk, sum ikki eru uppvaksin í málsliga kreativa og
musikalska Tórshavn, vita.
Ein bátur úti á fjørðinum droymir. Køld dýr krógva seg.
Hann spælir leiklutin sum leiklutur.
Har fara vit at ganga tá beinini verða sum gummi.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum viður.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum stál.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum mold.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum vatn.
Og har skulu vit ganga tá beinini verða sum bein.
og tað sum ikki verður sagt er eisini tey ummælini Rusturin
ongantíð fær. Til dømis í Sosialinum sum ikki hevur hýst ummæli
av nøkrum av mínum verkum í skjótt tíggju ár. Einki hjálpti at
blaðið fekk eitt mentanarískoyti einaferð um mánaðin. Á teimum
skúlagentulayoutaðu síðunum eru bara pláss fyri ummælum av
Sprotskum bókum og lummaskúvapseudohugleiðingum um eitt
canadiskt millumskald sum er lítið frægari, skaldsliga sæð, enn
handa Trille ið sami lummaskúvapseudohugleiðari umrøddi í
sjútiárunum .
Og so kom stundin, tá alt tað sum verður sagt, fær ein enda hóast
tað ikki verður sagt.
Endin er hesin: eingin hevur heldur varnast ella gjørt vart við at tað
stendur eitt ö ístaðin fyri o á síðu 67. Sjálvt meistarligi rættlesarin
fann tað ikki. Men tað stendur har enn og gevur tekstinum meining.
Og rusturin gevur vindinum meining meðan trøini sveiggja í
honum.
-
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar