søndag den 26. januar 2014

FAR OG SIT

Førki meg. Fari til síðis so tað farna kann fara. Gangi og eri. Eri sum ein sum er her. Ein sum var har. Ein sum førkaði seg. Legði nakað á okkurt annað. Flutti okkurt av borðinum sum hevur staðið nærri vindeyganum. Flyti meg tá eg skal vita rætta virðið á vektini. Seti meg ikki bara tí eg skal sita. Sat har í áðni og gánaði. Reisti meg upp sum ein ið hevði ligið fram eftir rommum. Hvørt eygnablunk ger meg eldri men eg sigi einki við tíðina. Tíðin er bara nakað sum hevur okkurt at gera við tað tá tú flytur teg frá stólinum og yvir á sofuna. Sofan hóskar bæði til ellina og tað ófødda. Skapanin er ikki eitt rúm men ófødd tíð. Tú verður aldrin liðugur so leingi tú førkar teg. Tú hevur førkað teg úr einum minni í annað. Tú vendir tær við. Tað førkaða sigur einki. Tað stendur ikki við gravarbakkan. Liggur ikki niðri í grøvini. Grøvin er ikki grivin. Tað førkaða livir enn. Tað fer altíð at liva. Gongur. Ekur. Rennur. Stetlar. Svimur. Súkklar. Tað farna er endurføðing. Minnið er endurnýtsla. Ikki hugsa um mold. Ikki hugsa um jarn. Ikki hugsa um hav. Hugsa tær at tú loftaði sjónini sum sá teg í akkurát teirri støðuni sum hon so ofta fyrr hevur sæð teg. Flyt teg aftur. Hygg inn í veggin. Tann tóma veggin. Tann tóna veggin sum møðin noyddi teg at mála við hørðum strokum. Framtíðin hevur so ofta verið her og skrætt tapetið av vegginum. Framtíðin er ikki turr enn tó er hon so gomul. Set teg.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar