søndag den 12. januar 2014
BÓKALAKSADAGAR
hví hugsi eg um bókadagarnar? er tað tí eg ikki havi hugsað um teir, síðani eg var á teimum einaferð í november? nei, tað er tí at eg hugsaði um laks. føroyskan alilaks sum dálkar okkara havumhvørvi og gøgn. tí á bókadøgunum var sjálvandi borðreitt við hesum forkolaða alilaksinum niðri í einum betongaðum kommunalum glashúsi við tí misvísandi navninum perlan. longu umborð á flogfarinum verður laksurin trýstur niður í teg. var eisini á bókamessu í gøteborg fyrraárið og tá vóru hesi laksalíkini eisini sett á tær føroysku bøkurnar. og eg havi frætt at hann eisini verður trýstur niður í týskarar og onnur á bókamessuni í frankfurt. laksurin skal lokka útlendingar at koma til føroyar og at keypa føroyskar bøkur. bøkur ja. tað vóru eisini bøkur á bókadøgunum. men ikki serliga góðar bøkur. onkur góð skaldsøgu og nøkur góð yrkingasøvn. annars tær vanligu triviellu krimibøkurnar við einum morði á hvørjari blaðsíðu. konubukarabøkur um konur sum lata seg buka av monnum er tað nýggjasta nýggja og sum vit helst fara at síggja nógv til í framtíðini, fólk elska øll sløg av harðskapi. krimibøkurnar vóru byrjanin, síðani komu konubukarabøkur og tað næsta verður helst mannfólkabukarabøkur og barnabukarabøkur. og so vóru eisini skipabøkur í hópatali. tær eru eisini rættiliga populerar. skipafidusbøkurnar. eisini um skip sum gingu burtur eru pengar í. ein tunnan sentimentalan tekst og nógvar fotomyndir so selur lortið. haldi at vit føroyingar fara illa við okkara sjólátnu. fyrst verða andskræmiligir minnivarðar settir yvir teir, sum havið tók, um landið alt og síðani verða upp aftur andskræmiligari bøkur skrivaðar um teir. okkurt frægari átti minnið um teir uppiborið. annars var hugnaligt á bókadøgunum. tú hittir nógv fólk sum sjálvandi ikki keypa tína bók. bókahandilin sum var har, seldi bøkur í tonsatali. skipabøkur, krimibøkur og lættar og leskiligar kókibøkur sum so saman vera settar á ein bestseljaralista sum vísir hvussu lítið skil bókahandlarar hava fyri bókmentum. hjá teimum snýr tað seg bara um pengar sjálvandi. og pengar eru ikki í góðum bókum. tí eru góðir høvundar altíð so fátækir. eg gjørdi eisini steinprent og las upp saman við øðrum á hesum døgum. summi høvdu navnaskelti á bringuni. so síggjast kundi hvør hevði rætt til ókeypis laks og vín sjálvandi eisini. men har var eisini annað at fáa enn laksur. tí til miðmála, sum summi kalla frokost, bar til at fáa suppu, salat ella bæði tvey. eg fekk mær suppu. haldi tað var høsnasuppa. og tá eg so siti og súpi suppuna, kemur ein velbastaðmaður, sum skuldi spæla kontrabass aftan fyri eina syngjandi jakobinu, yvir til mín. hyggur niður á meg og sigur: nei eg vildi bara vita um tú brúkti pirpinssneis ella skeið at súpa við! og so sat eg eftir og hugsaði at tað kanska var eitt gott hugskot, at fari og gjørt pirpinssneisir, sum eisini kunnu brúkast sum súpuskeiðir, heldur enn at skriva bøkur sum tú ikki fært eitt oyra fyri í hesum íverksetaratíðum.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar