onsdag den 30. juli 2014

SAUNA 2



Nei, eg veit einki soleiðsnar. Sovi betur aftur eftir at hava fingið ein ventilator, eina elekriska viftu. Kanska eitur tað ein hvirla, men er tað ikki ein fløtapískari? Tað lotar so frískliga kalt frá henni, ja lat okkum bara kalla hana ein Lotara, so verður tað ein hann. Og skít veri við streymrokningini og vespu- og mýggjabitastungum. Havi mong vespulív á samvitskuni, so eg má tola onkuntíð at vera stungin. Tær koma inn gjøgnum takvindeygað og so plagi eg at geva teimum nevan, og tað riggar oftast, so fara tær beint út aftur. Aldrin brúka flata hond. Men eg havi eisini avlívað fleiri við onkrari bók mær ikki dámar. Flogkykt larma ólukksáliga illa, annars havi eg einki ímóti teimum sum so. Mýggjabitar eru tó ringastir. Helvitis reyvarhol. Annars havi eg ikki hildið ólavsøku í fjúrtan ár, heldur ikki í ár. Fólk standa alla staðni í merkiligum klæðum og gapa sentimentalar føðilandssangir úr sær. Tað er soo pínligt og tærnasnurpandi. Tað sigst, at minst eitt kór er í hvørjari gøtu í Havn og gapararnir eiga minst eitt sett av grýluklæðum í part. Og tey halda at tey eru soo pen, tá tey standa og kroysta tjóðskaputa lortin úr munninum meðan onkur onnur skapikrukka - somuleiðis í grýlubúna - stendur og veipar við ørmunum, so tað sær út sum um hann hevur musikalskan sans. Humoristiskan hevur hann so ikki. Í veruleikanum sær tað út sum hann - eins og hinir harrarnir í lakajuniformi - hevur skitið í buks. Eg haldi at løgtingið við lóg má gera eina gapu- og grýluklædnakvotu. Misnýtsla er ongantíð góð. Kanska Heilbrigdið ella Blákross kundi tikið sær av hesum gapi- og grýluklædnamisnýtarum. Fólk síggja eisini so gomul út í hasum uniforminum. Smádreingir síggja út sum gamlir abbar. Gentur líkjast langommum. Og tey halda øll somul, at tað er soo fínt og pent at síggja nógv eldri út enn tey eru. Og nú ganga tey eisini catwalk í grýlubúna afturvið bíligum diskotónum. Uttan fyri bókandilin hjá Hjalmar. Sjálvandi skulu bøkurnar offrast so øll kunnu verða trýst niður í hesi innantómu grýluklæðir. Høvdu forfedrarnir vitað, so høvdu grýlugangararnir fingið homlubandið um afturpartin og gapararnir høvdu fingið hvør sína stavnhettu í gapið. Annars veit eg sum sagt einki soleiðsnar annað enn at Ólavur Digri kann renna meg í reyvina. Tað kann ikki vera verri enn at verða stungin av eini vespu ella mýggjabita.





.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar