onsdag den 9. juli 2014

SVARTUR LONGSIL





longdist
eftir sólini
fekk ein lúsing
frá roknilæraranum
sum vildi hava at vita
hvussu nógvar lúsingar
eg fekk um árið
tá eg hevði fingið fimm um dagin
eg fekk ikki svarað
tí eg longdist enn eftir sólini
og fekk ein lúsing aftrat

 
longdist
eftir kavanum
varð royttur
av søgulæraranum
sum spurdi meg
nær tað bleiv loyvt
at prædika á føroyskum
í kirkjuni
og eg svaraði
at eg var ikki í kirkju tann dagin
tí eg longdist eftir kavanum
og so roytti hann meg aftur
og eg longdist upp aftur meir eftir kavanum


longdist 
eftir regninum
fekk eitt trælær
frá fimleikalæraranum
sum vildi hava meg
at leypa upp um plintin
men eg kundi ikki leypa
tí eg hevði fingið eitt trælær
so gav hann mær eitt aftrat
og eg gavst ikki við at leingjast eftir regninum


longdist
eftir mjørkanum
fekk eina oyrafiku
frá kristnilæraranum
tí eg hevði ikki
lisið uppá sálmavers
tí tað bar ikki til at lesa sálmar
tá eingin mjørki var
og eg fekk enn eina oyrafiku
og longdist víðari eftir mjørkanum


longdist
eftir fullmánanum
og varð flongdur
av føroysktlæraranum
sum bað meg benda
úlvur úlv úlvi úlvs úlvar úlvar úlvum úlva
og eg segði
at tað kundi hann sjálvur gera
tí hansara blanki skalli
fekk meg at leingjast eftir fullmánanum
og eg varð flongdur einaferð aftrat
meðan eg longdist og longdist eftir fullmánanum









.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar