søndag den 16. november 2014
TÍÐINDASKIRV
Bert nøkur fá orð, nú eg í tíðindaskrivi eri lagdur undir at ikki vilja verða tilnevndur Norðurlandavirðislønina í bókmentum.
At tað stendur á kolofonsíðuna í nýggju skaldsøgum mínum "RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR" at henda bókin má ikki tilnevnast, er rætt. Men har stendur einki um nakra virðisløn.
Eg havi altíð skilt orðið "tilnevna" so, at tú nevnir nakað, sum longu hevur eitt navn, okkurt annað. Frammanundan hesa bókina havi eg ma. eisini skrivað tríggjar skaldsøgur: Reglur, Sót og søgn og Útvølir, sum av nógvum ikki verða nevndar skaldsøgur, men yrkingasøvn. Td. hava bókahandlar og onnur flokkað bókina undir yrkingasøvn (kanska tí yrkingar eisini eru í skaldsøgunum, men tað er tað í so nógvum skaldsøgum, eg havi lisið). Ja sjálvt forlag mítt hevur á heimasíðu síni ms.fo koyrt Útvølir inn undir yrkingasøvnini.
Og tað er hetta eg vil leggja stóran dent á, við at skriva at bókin ikki má tinevnast, at hon er skaldsøgur og ikki eitt yrkingasavn! AT HON IKKI SKAL NEVNAST ANNAÐ ENN TAÐ HON ER.
Nú fer helst onkur á føroysku rættvísisstavsetingini, sum vanligt sum ketta upp úr høvdatrogi, at leggja tað út sum onkur móðurmálsorðabók sigur um orðið "tilnevna", ella tey fara í Sprotan sum er so populerur millum málsligar populistar (Sjálvur havi eg aldrin verið har inni og eri als ikki sprotskur), og teirra týdningur er sjálvandi tann, sum ómusikalsku paragrafríðararnir (reiðfólkini) sum eru fødd við ongum estetiskum sansi og er valdandi meiriluti í málráðnum, sigur at tað er.
At nominera og at vera í uppskoti er sgu nakað heilt annað.
Um tit meina tað eg sigi, kæru lesarar.
Annars er bókin í trimum sporum, onkur hevði sagt rásum, men orðið er ikki so gott um lesarin er hæddaræddur.
Hetta eru sporini:
Rustur *
Viður #
Vindur ><
Rusturin er eitt kór av røddum. Viðurin er tann viðurin skaldið býr ímillum (og tað býr als ikki í Keypmannahavn sum tíðindaskrivarin heldur, men úti millum trøini langt burtur frá nøkrum býi) og til seinast er tað Vindurin sum snýr seg um Móðir Føroyar og eitt sindur um son hennara Martin.
Skal ikki skera meir út í papp ("Tað var ikki gamalt at skera í papp; tey gomlu skóru torv ella flak, aldrin papp!")
Men talan er um føroyska samtíðarskaldsøgu.
Ikki sannheit?
PS Gevið gætur: hann hevur einki sagt um hann vil nominerast ella ikki.
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar