torsdag den 12. marts 2015
GRÓÐRARÓÐUR
Tungur er tigandi gróður, søgdu tær gomlu, men tær søgdu so nógv tær gomlu, tá tær fóru út í urtagarðin at staðfesta tað tær hugsaðu, meðan teir gomlu vóru á útróðri og hugsaðu, at tungur er tigandi róður, ja, teir søgdu so nógv teir gomlu, innantanna.
-
torsdag den 5. marts 2015
TRÆÐRIR
tráðurin
rundan um
steikina
er áhugaverdari
at kjakast um
enn tráðurin
gjøgnum hana
tá bókmentirnar
verða ov seigar
at tyggja
-
tirsdag den 24. februar 2015
fredag den 20. februar 2015
TAÐ SUM IKKI VERÐUR SAGT
at eitt spor byrjar í havanum,
at egið dámar betur tann villa russiska havan enn tann
vælbarberaða enska,
hvat um havin var fullur av orðum? (tað er hann sjálvandi eisini)
undir súreplatrænum krógvar poetikkurin seg saman við
ideologiini: har vespurnar seinni fara at elska tey falnu
coxsúreplini,
í einum urtagarði skalt tú ikki bara lesa millum reglurnar men
eisini
millum orðini,
ikki henda løgna útsøgnin, at tað minnir ov nógv um tað sum
stendur á hansara bloggi,
bloggurin er ein skaldslig royndarstova tá hann ikki er eitt einmans
tíðarrit,
nógv av tí sum stendur á blogginum er tikið úr bókum í gerð og
einki forgjørt er í tí,
ein samandráttur av Reglum (1984) stóð árið fyri í tíðarritinum
Brá,
men eingin segði, tá bókin kom
út, at hatta minnir ov nógv um tað sum stóð í Brá, Feðgar á ferð hjá
Heðini Brú stóð eisini fyrst
í Varðanum og tá hon kom út sum bók var tað eingin sum segði at
hatta minnir ov nógv um tað sum
stóð í Varðanum,
og ikki aftur hetta her "er hetta ein skaldsøga"! Harrajesus, eru vit
komin nakra leið í bókmentasøguni
í Føroyum? Ja vit standa sum hønur og skrava og skrava og skrava
og skrava niður í tað sum vit
einki vita um. Ikki so løgið at ein fær so fá ummæli og lesarar,
kunnleikaloysi og ókunnleikaalskur hálsfevnast,
Hvat fanin er ein
skaldsøga? Eg veit væl at tað er ljótt at banna, men við hvørt riggar
tað
eins og klassisk ironi sum als einki
hevur við spei at gera. Merkir skaldsøga (roman/novel) annað enn
nakað sum ber nakað nýtt eins og
nýggjheitir/tíðindi? Hava tit nakran tíð hoyrt um form? Øgiliga
stuttligt hann sjálvir at pápi tín brúkti
formar til at stoypa garðar og húsagrundina við. Men teir formarnir
vóru alt ov líka, alt ov javnir, tí
eru húsini - og garðurin - so keðiliga siðbundin.
Nietzsche sigur upprunan til skaldsøguna vera dialogarnir hjá
Platon. Vit kunnu ella kunnu ikki siga at
upprunin ella hugskotið til fragmentarisku skaldsøguna eru
fragmentini hjá Herakleitos. Hetta má
fegin mótsigast ma. av mær sjálvum.
Eri so troyttur nú men kundi kundi hugsað mær at hildið fram tá eg
eri minni troyttur,
*
Dagin eftir spýði hann knettir,
at einki verður gjørt burtur úr, at bókin er til minnis um tríggjar
aðrar bøkur,
at bls. 105 - 143 eru allar sum tær eru spák í skóginum har
søgusigarin býr (Keypmannahavn verður ofta nevnt av
ummum við ongum s´i, men lítið og einki snýr seg um tann býin
burtursæð frá
kjallaramálningardøgunum) við tonkum/minnum ið loysna og
festast
á slíkum ferðum, og tað eru líka nógv minnir frá trýssunum sum
frá hálvfjerðsunum og fírsunum og hálvfemsunum og nullunum og
ikki minst: tíggjunum, gamalt var at geva rættlesaranum rætt í
øllum tó við einum undantaki - teir mugu fyri alt í verðini ikki fáa
hundrað % rætt!- á síðu 105 áttandu reglu úr erva, havi eg skrivað
um "hálvskuskøddu skógvar" og tað var ikki gott fyri tærnar hjá
fræga rættlesaranum sum vildi rætta til "hálkuskøddu", men eg helt
við mítt, tí tað var gamalt hjá okkum - og tað kundi rættlesarin frægi
ikki vita - at tá mann læt seg í hálvhosur uttan á skógvarnar ella
stivlarnar, ja so var mann hálvskuskøddur, slíkt kann tú heldur ikki
krevja, at fólk, sum ikki eru uppvaksin í málsliga kreativa og
musikalska Tórshavn, vita.
Ein bátur úti á fjørðinum droymir. Køld dýr krógva seg.
Hann spælir leiklutin sum leiklutur.
Har fara vit at ganga tá beinini verða sum gummi.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum viður.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum stál.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum mold.
Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum vatn.
Og har skulu vit ganga tá beinini verða sum bein.
og tað sum ikki verður sagt er eisini tey ummælini Rusturin
ongantíð fær. Til dømis í Sosialinum sum ikki hevur hýst ummæli
av nøkrum av mínum verkum í skjótt tíggju ár. Einki hjálpti at
blaðið fekk eitt mentanarískoyti einaferð um mánaðin. Á teimum
skúlagentulayoutaðu síðunum eru bara pláss fyri ummælum av
Sprotskum bókum og lummaskúvapseudohugleiðingum um eitt
canadiskt millumskald sum er lítið frægari, skaldsliga sæð, enn
handa Trille ið sami lummaskúvapseudohugleiðari umrøddi í
sjútiárunum .
Og so kom stundin, tá alt tað sum verður sagt, fær ein enda hóast
tað ikki verður sagt.
Endin er hesin: eingin hevur heldur varnast ella gjørt vart við at tað
stendur eitt ö ístaðin fyri o á síðu 67. Sjálvt meistarligi rættlesarin
fann tað ikki. Men tað stendur har enn og gevur tekstinum meining.
Og rusturin gevur vindinum meining meðan trøini sveiggja í
honum.
-
torsdag den 19. februar 2015
OH SAMTÍÐ SAMTÍÐ HVÍ FÓRT TÚ FRÁ MÆR
Athugavert okkurt av tí Jonhardur, skyldmaðurin í Vestmanna, segði í teirri larmandi mentanarkaffisendingini hjá Jinglu-Gunnari (nær fer onkur í kringvarpinum at gera sendingar við ongum ífyllutónum?). Ikki tað, at hann ikki lesur aðrar bøkur enn tær hann fæst við sum forleggjari og undirvísari. (So er tað ikki løgið at hann saknar samtíðarbókmentir, tá hann ikki lesur aðrar bøkur enn tær, hann sjálvur fæst við; eg vil fegin heilt ósmæðin viðmæla mínar egnu td. "Útvølir, "Heimvitisferðin" og ikki minst "Rustur sum viður og vindur" sum viðgera samtíðina, annars vildi eg meint, at allar bókmentir sum skrivaðar verða í samtíðini eru samtíðarbókmentir. Amen.) Nei, tað mest áhugaverda var, at hann saknaði at hoyra frá akademikarunum í almenna orðaskiftinum, Eg havi fyrr eftirlýst teir her á blogginum, men lítið hevur hjálpt. Eg haldi at eg veit, hví vit aldrin hoyra frá teimum. Tað er tí at teir eru nakrir helvitis ræðuskítar. Samtíðarræðuskítar! Amen.
søndag den 25. januar 2015
MONGUM BRESTUR
Ætlaði at skriva eina rúgvu av orðum her, men eg havi ikki tíð.
Og eg skrivi bara eina reglu aftrat so tygum kunnu lesa millum reglurnar.
_
fredag den 16. januar 2015
EITT SINDUR UM FORNSKÁLVÍKST
Ikki sørt smástuttligt og -hugnaligt at lurta eftir Súna á Breddanum og Heðini Gjóvskaldi í útvarpaðu kultursendingini í Kringvarpinum. Teir vóru vendir við ávegis til Skálvíkar at luttaka í mentanarvirðislønarhandanini (tak hatta orðið upp aftur og aftur, skjótari og skjótari), og settust í útvarpsstovuni at tosa um skálvíksskald. Heðin Brú, K. O. Viderø og Hans Dalsgaard. Frægir menn haldi eg so við.
Tað var mest tí teir tosaðu um Viderø, at eg skrivi hetta, eisini tí at eg júst havi endurlisið "Ferð mín til Damaskusar". Nógv hevur verið sagt um málið hjá Viderø. Onkur sigur at hann er bara ein krukka, tí skrivar hann soleiðis. Havi eisini hoyrt onkran sagt, at soleiðis tosaðu teir gomlu skálvíkingarnir. Tað trúgvi eg ikki, ella so hava teir verið ólukksáliga gamlir. Haldi ikki at hann er so torførur at lesa, sum so nógv halda, orðafrágreiðingarlisti er eisini afturi í bókunum. Jú viðhvørt kann ein argast av málinum, og geva tí rætt, sum sigur, at málið er í so krukkut, ella pottasligt sum tað eitur á nýføroyskum, tó ikki náttpottasligt. Hann er heldur ikki altíð heilt konsekventur. Men aftur hesa ferð mundi eg verðið forargaður av einum orði. Tað er tá hann fortelur um, hvussu bangin pápi hansara var um hann, tá hann fyrstu fór av landinum til Danmarkar, og hann skrivar á blaðsíðu 46:
" - Men faðir varð sitandi uppi ásamt móður. Í heysi hans gekk nú mangt og hvat aftur, sum hann havdi lisið í reyvaraskaldsøgum, til dømis av Sherloc Holmes ella av Conan Doyle; - soleiðis britist honum londini fyrir útan Føroyar liggjandi í tí vonda, - og móðir sinnaði honum. "
Lortur liggur á tí, at hann ikki veit, ella helst hevur gloymt, at Conan Doyle skrivaði um Sherlock Holmes, men verri við orðinum reyvarskaldsøga. Hví nevnir hann tær tað? Røvaraskaldsøgur? Man hetta vera fornt skálvíksmál? Hann kann ikki halda, at krimihøvundar eru reyvarar, tí konufólk skriva eisini reyvaraskaldsøgur. Snúgva hesar bøkur seg um reyvarar, ella eru tað bara reyvarar, ið lesa slíkar bøkur? Kanska onkur kann hjálpa mær, tí eg eigi ikki sjálvur nakra fornskálvíkska orðabók.
,
Abonner på:
Opslag (Atom)