lørdag den 28. november 2015
SKROYGGJSLR
Ì dag havi eg heldur einki skrivað, men tað var heldur ikki tað, eg ætlaði mær at siga.
Glyvursgleiv ella glyvragleiv, tað er spurningurin.
Hosurnar eru stadnaðar og kunnu brúkast sum bót.
Tjóðarbygging er ein spurningur um ormetnan rekavið og ikki um galvaniseraðan seym ella skrúvur við øvutun gevindi.
Amen riggar best á kvøldi.
Amen.
Kirkjan er ein gomul mús og Guð er ein gamal fílur.
Andnegl er eitt slag av trábeitnari trúgv á nakað sum bara naglaklipparin og tann illgrunalitta naglafílin kunnu gera av við.
Tað var ikki meiningin at siga nakað um tað, eg ikki visti, hvat eg skuldi skriva um.
Ein einsamallur vinstragummistivli fekk meg at gráta.
*
søndag den 25. oktober 2015
JOGGING NEWS
Aftur í dag havi eg runnið 10 kilometrar á hondunum. Aftaná kennist tað væl, at hava tómar lummar.
-
lørdag den 10. oktober 2015
SHAME ON YOU PATTI!
Vit føroyingur eru altíð so stoltir, tá okkara kæra land verður nevnt fyri okkurt gott. Ella tá onkur føroyingur hevur verið við í, ella nærhendis, onkrari stórari hending úti í enn stóru verð. Onkuntíð - meir enn so - verða vit eisini vónsvikin. Eg havi td meir enn eina ferð í eingilskum bókum lisið um, hvussu raskir íslendingar vóru at føra fisk niður til Bretlands undir krígnum. Ikki eitt orð um, at tað vóru føroyingur ið fluttu so gott sum allan fiskin og mistu bæði skip og fólk. Ivist heldur ongantíð at tað eru íslendingar sjálvir, ið hava billað bretum hetta inn. Teir duga so væl at lúgva og harvið skriva skaldsøgur. Tó duga teir ikki so væl at yrkja yrkingar sum vit, ið eiga og siga sannleikan.
Hetta hugsaði eg, tá eg kom til síðu 46 í nýggju bókini hjá Patti Smith, M-Train. Eg fari at citera tað, sum gav mær somu vónsviknu kenslur, sum tá eg las um íslendingarnar sum fluttu allan fiskin til Bretlands á sinni. Hoyr her:
"On the plane I watched consecutive episodes of the Danish crime drama Forbrydelsen, the blueprint for the American series The Killing. Detective Sarah Lund is the Danish prototype of Detective Sarah Linden. Both are singular women, both wear Fair Isle ski sweaters."
Nú mistu tygum helst eisini ondina, at ein lítil oyggj millum Hetland og Orkoyggjarnar við umleið áttati innbúgvarum skal fáa heiðurin fyri troyggjuna hjá "okkaru" Guðrun & Guðrun. Eg haldi at tær báðar skulu leggja sak ímóti Patti Smith bæði hennara og okkara vegna. At fáa hennara forlag at taka alt upplagið aftur og rætta í næstu útgávu, at henda famøsa troyggja er úr The Faroe Islands. Tað hevði verið góð reklama, betri enn nakað fótbóltslandslið hevði kunnað skapt, eisini tá tað vinnur!
.
torsdag den 8. oktober 2015
EITT SINDUR UM HÚSAKULDA
Øgiliga kaldur. Eingin varmi. Plummarin kemur ikki fyrr enn í morgin. Nú visti eg ikki um eg skuldi skriva blikksmiður ella rørsmiður. Teir fáast vælsaktans við bæði blikk og rør og nógv annað aftrat. Blikkinsláari hava tey helst sagt í Havn í eitt sindur gomlum døgum. Ludvík Blikk var ein teirra. Guð viti hví fólk hava búsett seg so norðalaga á knøttinum. Man tað vera fyri at sleppa undan Guði at tey bleiku fólkasløgini búsettust her? Allar hesar villu religiónirnar koma jú úr tí ræðuliga Miðeysturhitanum. Og har rigga tær kanska best. Hygg og hoyr bara sum teir stríðast hvør ímóti øðrum. Fyrst drepur tú meg, tí at eg drap teg, og síðani drepi eg teg, tí at tú drapst meg, og so drepur tú aftur meg, tí at eg drap teg, og soleiðis drepa vit hvønn annan í ævir allar.
Kortini kom Guð aftaná okkum bleikskortum, so vit ikki longur sloppu at trúgva uppá meiri festligar gudar, og vit vóru eisini friðardýr. Kundu ikki funnið uppá at farið í víking og gjørt øðrum ónáðir. Og um vit gjørdu tað, var tað bert fyri at fáa hita í kroppin. Guði treingist eisini til eitt sindur av kulda viðhvørt. Og tað eiga vit nóg mikið av. Hevði hann komið inn á gólvið, hevði eg skonkt honum ein snaps. Og hevði ein bjørn komið framvið uttan fyri hjá mær, hevði eg skotið hana og latið meg í skinnið. Men eg eigi tíverri hvørki snaps ella byrsu.
.
torsdag den 24. september 2015
RUKKULÍV
tá eg fái rukkur
fari eg at telja tær
sum eg taldi frøknurnar
og himmalsins stjørnur
hóast eg misti talið
byrjaði eg um aftur at telja
hóast eg aftur og aftur
misti talið
bæði á frøknunum og á stjørnunum
men eg ætli mær ikki
at missa talið á rukkunum
um tær einaferð koma
tað verður sum at blaða
í einari bók
og tað eri eg so vanur við
at eg geri tað í svøvni
og fari helst at telja tær
meðan eg droymi
at eg spæli orgul
við einari hond
og við hinari
kíni eg andlitinum
á míni elligomlu konu
sum aldrin hevur verið til
-
fredag den 21. august 2015
tirsdag den 28. juli 2015
STIKL
Eg havi ikki verið á ólavsøku í eini fimtan ár og eg sakni ikki hetta lágtíðarhald. Míni eygu tola ikki tann sokallaða føroyska búnan, ella tey føroysku klæðini. Summi, serliga tjóðveldismenn við gøtublóði, nevna lakajuniformin (sum ektaðir havnamenn nevndu hann) tjóðarbúnað Føroya. Hetta seinasta eru hesi avgjørt klæði ikki. Tjóðarbúnaði føroyinga eru bláar cowbuksur við fretsekki og sprøklutur vindjakki. Konufólkatjóðarbúnin er joggingbuksur og dýnujakki. Ólavsøkan er ikki nøkur tjóðarhátíð, men heiðring av einum digrum norskum kongi, sum ikki orkaði at stikla steinar sjálvt um hann doyði á Stiklastøðum
.
Abonner på:
Opslag (Atom)