onsdag den 13. september 2023

STØÐA; MIKUDAG

 


 

 

    stytta alt til

        viðmerkt

                    brennimerki

áðrenn roykurin breiðir seg til miðlar við miðvísari andaneyð 

hart er at leika tupper ware standard tónar sum klíggja klisjur

                                                tá ringt er at fáa tíð hjá oyrnalæknanum

og so fara vit at undirmeta túrin við sjúkrabilinum

            tann sum onga jólagávu fekk breyt beinið sum eykavinning

gipsið kravdi eina øðrvísi heimspeki 

øll í ullintum undirbuksum skuldu kannast fyri vit

meðan tey sum ótu livurposteik skuldu kannast fyri óvit

og her koma trøllini upp í leikin við teirra ræðuligu tølum

sum fáa tey ódeyðuligu at tyggja enn fleiri heilsubollar enn trøllini megna                                                                                                      at telja

og eingin hevur longur ráð at koyra í sjúkrabili eftir klokkan beinagrind

urtagarðsfólkið verður sett til at henta líkini og leggja tey varisliga í                                                                                             serligar hjólbørur

                                                                    sum málráðið enn ikki hevur                                                                                 krotusmíðað orð til

tey sum ikki hava ráð til at búgva í egnum landi eru ikki vælkomin

                                                                            í sínum egna landi

vit skulu miða eftir at fáa rík ferðafólk til landið sum kunnu gera tey ríku                                                                                                         ríkari

meðan landsins reyparar skeina sær uppí skommina teir hildu vera                                                                                                     sannleikan

og skola seg síðan niður meðan teir reksa alt upp teir hava gjørt fyri at                                                                                                     enda so



                                                                                    *

tirsdag den 8. august 2023

SURR

                                                                             

                                             sannleikin hevur

                                             einki við litir at skaffa

                                             segði hon og hann

                                             er heldur ikki ein

                                             spurningur men eins og

                                             spurningurin hevur

                                             sannleikin skeivt kyn

                                             og tað er orsøkin til

                                             at summi hava ilt

                                             í høvdinum tá tey

                                             vakna á morgni og

                                             kunnu ikki lofta 

                                             alt tað ítøkiliga

                                             í rúminum so vøkan

                                             verður ein stór 

                                             surrandi fluga 

                                             sum bara hoyrist

                                             í tínum egna svari


                                                           *

                                                           *

                                                           *

 

mandag den 3. juli 2023

TÍÐINDI

 https://www.instagram.com/reel/CuNHQiOvlWZ/?utm_source=ig_web_button_share_sheet&igshid=MzRlODBiNWFlZA==TÍÐINDI úr: HEIMVITISFERÐIN

mandag den 10. april 2023

HA?

 

 


 

 

 

                                    Hvør eg eri?

                                    Nei, eg eiti ikki Heri.

                                    Hvat eg geri?

                                    Eg eri ikki tann seri.

                                    Nei, har havi eg ikki verið.

                                    Og eg eigi ikki hatta klaverið.

                                    Líkist eg eini brostnari peru?

                                    Jú, eg veit væl, at eg einki hoyritól beri.



                                                            *

torsdag den 5. januar 2023

SPOLING & SPULING


 



Her stóð ein yrking. Nú er hon burtur. Tað nýggja árið er ikki nýtt. Tað er eins gamalt og tað sonevnda gamla. Eisini um tú lurtar eftir skorputu sendingini um mentanarárið sum fór. Har verða millum aðrar listagreinar ársins fagru bókmentir reksaðar upp. Eingin viðgerð av innihaldi ella meting av dygd. Helst undir umberingini: ov lítið av tíð. Og tað er eisini ov lítið av tíð alt árið í mentanarsendingunum (í Kringvarpinum, sonevnda mentanarstovninum) sum skifta navn annað ella triðja hvørt ár hóast einki broytist til tað betra. Viðhvørt verður onkur tilvildarligur høvundur boðin at svara nøkrum standardspurningum, og fyri at fylla út, verður hann biðin at lesa eitt sindur upp her og har púra ókeypis. Men ummæli ella umrøða av bókum kemur ikki fyri longur. Ein fær næstan hug til at halda, at orsøkin er persónligt agg til bókmentir ella til tey sum skriva bøkur. Men í hesi nýggjárssendingini var ein emeritussa í bókmentum boðin við. Óvist av hvørjari orsøk. Og so ein onnur yngri, helst gamal næmingur emeritussanna, men henda fekk ikki sagt so nógv fyri teirri gomlu. Tá ein sjálvur verður nevndur, so er ringt at lata vera við at viðmerkja okkurt sum sagt verður og er púra burtur við. Har vóru eisini aðrar góðar útgávur ið einki skoðsmál fingu. Og tað ger kanska heldur einki, tá fakkunnleiki mest sum ikki er til staðar. Onkuntíð táttar ein bara brosvøddarnar. Aðrar tíðir brestur ein út at flenna og so er dagurin bjargaður. Ja kanska er sendingin satirisk og so siga tey, at satira manglar í vørpunum! Viðvíkjandi bók mín EINKI HEITI umrøddi emeritussan einans heitið sjálvt. Hon helt, at tá yrkingarnar í bókini høvdu heiti, so kundi tað bara vera kápan á bókini sum æt EINKI HEITI. Á sum eg fór at flenna og fekk sjálvandi eisini ringa samvitsku aftaná, tí eg tók í veruleikanum synd í emeritussuni. Men fór so at ivast, tí tað er bæði synd og skomm at lata hesa tussu sleppa framat alla staðni við síni óvitan. Eisini tá hon svaraði, eftir at verið spurd um, hvat hon helst um farana yrkingarárið, ja so svaraði hon at tað var gott, at tað bleiv yrkt um sjúkur. Sum um tað er nakað nýtt. Sjálvur gav eg í 2000 savnið Blóðroyndir sum var skrivað á einum sjúkrahúsi í Rom. Í 2004 gav eg út savnið Eygnamørk sum var skrivað á sjúkrahúsi í Hvidovre, ja tað man vera ringt at ikki skriva um sjúku tá ein er innlagdur á sjúkrahúsi. Og áðrenn tað man eisini onkur annar hava skrivað um sjúkur - tuberklarnir vóru jú ikki nakað forkølilsi. Annars er tað ikki tekin um dygd, at ein yrkir um tað eina ella um hitt. Tú kanst eins væl skriva eitt lesarabræv um evnið, um tú ikki dugir at geva tí poetiskt flog og dýpd. Skuldina at ein slík evnaleys emeritussa sleppur í sonevnda mentanarsending hevur sjálvandi ritstjórin sum eftir øllum at døma ikki kennir mun á havragrýni og gullkorni. Og eg rokni als ikki við, at nøkur vón um bata er í nýggja árinum hjá hesum mentanarstovninum á mentanarliga og listaliga hermótinum. Gævi at eg fór skeivur - og tað kostar einki at vóna.

 

 

 

 

 

*

søndag den 1. januar 2023

NÝGGJÁRSMORGUN


 

 

 

 haldi ikki nýggjár

vinir eru sum lundi

nýggjársmorgun 

um hesar leiðir

 

plagi heldur ikki

at minnast farna árið

meiri enn ein einstakan 

dag ella minutt 


tann 28. januar fór

eg við bussinum til

eina læknaviðtalu

á sjúkrahúsi


júst tá eg skal

reisa meg og

fara úr bussinum

fekk eg blettir


fyri eygunum

og alt gránar

eg hómi einans okkurt

framman fyri mær


havi so ofta gingið

somu leið at eg veit

hvar eg við hondunum

kann trilva meg fram við


veggjunum og inn

gjøgnum dyrnar á deildini

og beint yvir til móttøkuna

og mest sum heingi meg


niður á diskin og sigi við

hana sum situr har at eg

havi tíð klokkan 11 hjá

lækna mínum og eg havi tað


av helviti til og hon sigur

at eg eri líkbleikur og biður 

meg seta meg niður á sofuna

og tað geri eg ikki men


leggi meg á hana og svími

og komi fyri meg aftur tá

læknin fær meg upp á føtur

aftur og inn á eina stovu


har eg verið kannaður og 

alt tykist at vera í lagi og eg 

spyrji um eg kann vera eitraður

og tá spyr læknin hvør skuldi 


eitra teg og eg svari spyrjandi

putin og tá fara bæði læknin og

sjúkrasystirin at flenna og siga við

einum munni at tað er ikki humoristiski 


sansurin sum er sjúkur og tá

varnist eg at blettirnir á eygunum

eru so smátt við at hvørva og eg kann 

fara inn til viðtaluna eg var á veg til

 




*

 

mandag den 5. september 2022

AFTRAT


                                                    havi ikki

                                                      altíð

sagt tað

men 

eg hugsi

nógv um

vísdóm

tá eg hoyri

vindin

og tá eg

fái veingir

sigi eg tað

ikki aftur 

 

*