Her stóð ein yrking. Nú er hon burtur. Tað nýggja árið er ikki nýtt. Tað er eins gamalt og tað sonevnda gamla. Eisini um tú lurtar eftir skorputu sendingini um mentanarárið sum fór. Har verða millum aðrar listagreinar ársins fagru bókmentir reksaðar upp. Eingin viðgerð av innihaldi ella meting av dygd. Helst undir umberingini: ov lítið av tíð. Og tað er eisini ov lítið av tíð alt árið í mentanarsendingunum (í Kringvarpinum, sonevnda mentanarstovninum) sum skifta navn annað ella triðja hvørt ár hóast einki broytist til tað betra. Viðhvørt verður onkur tilvildarligur høvundur boðin at svara nøkrum standardspurningum, og fyri at fylla út, verður hann biðin at lesa eitt sindur upp her og har púra ókeypis. Men ummæli ella umrøða av bókum kemur ikki fyri longur. Ein fær næstan hug til at halda, at orsøkin er persónligt agg til bókmentir ella til tey sum skriva bøkur. Men í hesi nýggjárssendingini var ein emeritussa í bókmentum boðin við. Óvist av hvørjari orsøk. Og so ein onnur yngri, helst gamal næmingur emeritussanna, men henda fekk ikki sagt so nógv fyri teirri gomlu. Tá ein sjálvur verður nevndur, so er ringt at lata vera við at viðmerkja okkurt sum sagt verður og er púra burtur við. Har vóru eisini aðrar góðar útgávur ið einki skoðsmál fingu. Og tað ger kanska heldur einki, tá fakkunnleiki mest sum ikki er til staðar. Onkuntíð táttar ein bara brosvøddarnar. Aðrar tíðir brestur ein út at flenna og so er dagurin bjargaður. Ja kanska er sendingin satirisk og so siga tey, at satira manglar í vørpunum! Viðvíkjandi bók mín EINKI HEITI umrøddi emeritussan einans heitið sjálvt. Hon helt, at tá yrkingarnar í bókini høvdu heiti, so kundi tað bara vera kápan á bókini sum æt EINKI HEITI. Á sum eg fór at flenna og fekk sjálvandi eisini ringa samvitsku aftaná, tí eg tók í veruleikanum synd í emeritussuni. Men fór so at ivast, tí tað er bæði synd og skomm at lata hesa tussu sleppa framat alla staðni við síni óvitan. Eisini tá hon svaraði, eftir at verið spurd um, hvat hon helst um farana yrkingarárið, ja so svaraði hon at tað var gott, at tað bleiv yrkt um sjúkur. Sum um tað er nakað nýtt. Sjálvur gav eg í 2000 savnið Blóðroyndir sum var skrivað á einum sjúkrahúsi í Rom. Í 2004 gav eg út savnið Eygnamørk sum var skrivað á sjúkrahúsi í Hvidovre, ja tað man vera ringt at ikki skriva um sjúku tá ein er innlagdur á sjúkrahúsi. Og áðrenn tað man eisini onkur annar hava skrivað um sjúkur - tuberklarnir vóru jú ikki nakað forkølilsi. Annars er tað ikki tekin um dygd, at ein yrkir um tað eina ella um hitt. Tú kanst eins væl skriva eitt lesarabræv um evnið, um tú ikki dugir at geva tí poetiskt flog og dýpd. Skuldina at ein slík evnaleys emeritussa sleppur í sonevnda mentanarsending hevur sjálvandi ritstjórin sum eftir øllum at døma ikki kennir mun á havragrýni og gullkorni. Og eg rokni als ikki við, at nøkur vón um bata er í nýggja árinum hjá hesum mentanarstovninum á mentanarliga og listaliga hermótinum. Gævi at eg fór skeivur - og tað kostar einki at vóna.
*
Ingen kommentarer:
Send en kommentar