mandag den 10. juni 2019
EDUTILOS
eingin
er einsamari
enn orðið
einsemi
tá orðið
finnur
eitt annað
orð
verður tað
tvífalt so
einsamalt
tí tá er
yrkingin
á veg
.
lørdag den 8. juni 2019
KNØRR
Føroyar Føroyar tú ert so harðlig
við hjartanum fullum av køldum sparli
og fjøldin hon verður so grúuliga skjarrlig
tá hon rópar eftir hjálp frá sjálvum Carli
sum biður øll at vera meiri varlig
og hanga aftur úr onkrum øðrum darli
*
VISTFRØÐI
áh
ástarinnar mostir
tú sum gav mær plástur
á sárið
tað árið
vit lógu á skítuvík
og skitu
áh tann hiti
tann hiti
tá vit sóu eina ritu
og eitt blunk úr tínum viti
tá vit sótu og litu
á ástarinnar stóru lortar
ið paraðust við ternumurtar
so smáar
so smáar
at eingin gáar
eftir
at hetta eru
framtíðarinnar knettir
sum onnur eina ferð
fara at kukka í pettir
so smá
so smá
at eingin
fær tey at sjá
.
lørdag den 25. maj 2019
EITT SINDUR AV "GRENJI" UM ÓSJÓNLIGT SPEI
Eg havi altíð hildið, at ummælarar - og lesarar annars - skulu hava rætt til at lesa og tulka mínar yrkingar sum tey hava hug til, eisini tá eg haldi at tulkingin er langt frá tí, eg sjálvur "ætlaði". Tað skuldi bara mangla. Eg havi eisini altíð hildið, at eg havi lov til at svara aftur. Royni sum oftast at lata vera og uggi meg við einum smíli. Men eg haldi, at í hesum førinum kann eg ikki lata vera við at siga frá. Eg vil við hesum svørja við hondini á telduni, at eg ikki hevði spei og bóndasamfelag í huga, tá eg skrivaði viðgjørdu yrking, ella ætlaði at skutla "Eg minnist úr gomlum søgum". Ummælarin meinar tað heldur ikki illa. Ofta verður speikortið togað úr ermunum, tá sigast skal okkurt klókt um míni eyðmjúku ljóð. Kanska hevur mann onkuntíð verið speiskur og kátur, men hetta orðið verður eisini av órøttum ofta brúkt um bæði ironi og humor. Og eg síggi einki av hesum í yrkingini. Hon er heldur ikki í slekt við haiku bara tí at hon er stutt. Tað stutta av tí langa er, at eg aðru hvørja løtu angri, at eg ístaðin fyri at skriva "søga", ikki skrivaði "sangur" ella "yrking" ella "filmur".
"Tóroddur Poulsen skrivar ikki haiku-yrkingar, hann heldur í hvussu er ikki teir formligu reglarnar um tríggjar reglur við 5-7-5 stavilsum, men fleiri yrkingar í hesum savninum og undanfarnum við bera á brá haiku: "tað var / í teirri / tíðini / tá hvørt / áratak / var / søga". Tað, sum eisini víkir frá í Tórodds føri, er tað eyðkenda speiið. Her ger hann gjøldur við, hvussu einastandandi alt var í gomlum døgum, og hvussu minnini um hesa tíð mugu varðveitast. Hugsa bara um allar bygdasøgurnar, og tær mongu bøkurnar um torv, seyð og alskyns annað innan tað føroyska bóndasamfelagið. Fyri mín part komi eg at hugsa um sangin "Eg minnist úr gomlum søgum" eftir Rasmus Effersøe, har seinasta ørindið endar við reglunum: "Latið ei søguna doyggja, / goymið hana so væl / í dreingja sinni og moyggja / hon mikið útrætta skal". Tað er ikki so, at eg haldi, at sangurin hjá Rasmus Effersøe verður beinleiðis skutlaður, men tað er líka við."
Ummæli av Takrennutónum eftir Jógvan Isaksen í Dimmalætting 24-5-2019
.
tað var
í teirri
tíðini
tá hvørt
áratak
var
søga
-

søndag den 19. maj 2019
MÁNAMORGUN
og so fór angin avstað við myndini
sunnudagurin fór við dansinum
tað endaði við javnleiki
og ongum bláum eyga
.
lørdag den 18. maj 2019
HVØR
alt er vandafult
segði
ja hvør fanin segði tað
jú tað var hann sjálvur
sum sat inni alt sítt lív
tí hann tordi ikki út
og doyði av blóðtøppi
*
tirsdag den 14. maj 2019
Abonner på:
Opslag (Atom)