tirsdag den 25. oktober 2016
ONNUR BOÐ
nýggjar reglur
við ongum
tráði
forfylgja
mínum
støvutu
leidningum
og eg fløkist
enn eina ferð
í tráðloysi
og uggi meg við
at onkuntíð
endurføðist eg
sum skamlop
yvir dalar
og fjøll
og svíði
allar veingir
ið royna
at fanga meg
sum tráðleyst
ljós
.
onsdag den 19. oktober 2016
mandag den 17. oktober 2016
onsdag den 5. oktober 2016
EIN BÓK IÐ ØLL EIGA AT OGNA SÆR SUM SKJÓTAST
ógráur ætlanarpennur
setir merki
á trúnaðarturkin sum
heldur ikki slapp út
at spæla við
uppboðsútsøluhaldaran
so dagurin varð lopin um
onkur leyp bara bukk
um álmanakkarnar
sum stóðu stáplaðir
á gólvinum
sum komandi
metseljarar
men eingin hevur enn
keypt nakað met
tí fólk vita ikki hvussu
tað sær út
ella hvussu tey lukta og smakka
so tey fáa sær heldur eitt net
og fylla tað við
mínum nýggjasta yrkingasavni
SKRIFTSTØÐ
sum ikki snýr seg
um miseydnaðar
skótadreingjaloysingar
tvítungutos
og aðrar politiskar dýnulyftingar
ið hava fingið alt ov nógv pláss
í fjølmiðlunum
nei í SKRIFTSTØÐUM
fært tú millum annað at vita
sonnu søguna um kópakonuna
sum sjálvandi ikki var ein kópakona
men tað sum stendur í SKRIFTSTØÐUM
har er mangt annað óhugnaligt
at hugna sær við
til dømis hvat nólsoyar-páll
fekst við í sínum deyða
í huganum á einum skipi
.
mandag den 3. oktober 2016
TEY SUM IKKI TORDU AT ØTAST
tað er
ikki størri
enn so at
tað sæst
eisini úti
í skøndli
har ongar
blómur
líða nakra
neyð og
tað er minni
enn so hvønn
dag at regn
og sól samsvimja
í somu strálu
men tey sum
ganga har hava
aldrin hoyrt um
úrkynjing ella
heimagjørdan
bláberjabuding
tí tað er ikki
hvørsmansføri
at vera heimføddur
føroyingur har
um leiðir heldur
ikki um tú
gongur uttan um
ta vanligu
sniðgøtuna
sum eingin
sniðgevi
hevur givið snið
ella snýð og
tó snýsa fólk
sær vandaliga
á hesi leið
so skøndlar
ikki vakna
áraka snorið
sum einki hevur
at gera við
hetta nýggja
orðið sum lá
beint fyri framman
føtur hins bekluta
hvørsfallsmannsins
ið kann fáa hjáljóð
at mennast sum
kol í køldum
komfýri og
viðhvørt eisini ovni
og tað er ikki tær
at siga ella takka
fyri at so er vorðið
í tí innara klisjufjósinum
har bøndur eru tveittir
á bøin og bóndakonur
mjólka sær sjálvum
fram ímóti einum
vali sum einki
orðatak hevur tikið til
sín og heldur eingin minnissteinur
fer at fríðka og blíðka
tey bilblíðu tún
og eingin fer at spyrja
hvønn skulu vit minnast
tá vit ongan skulu gloyma
og hann er strúkur í vindi
beint har eg standi og syndi
og vindi enn eina tvøgu
av orðum sum einki
og ongan
vildi turka
fyrr enn alt legðist
aftur í alt
innast inni
úti í skøndli
:
onsdag den 21. september 2016
OVURVIÐKVÆMI
grashostandi
átufreklingur
leivir alt
hann spýtir
út aftur
skeivstavarin
sigur at
hann bara
fer at eta
kjøt fram
til jóla
síðani
fer hann
í starv sum
rættstavari
í aðru
hvørjari
teldu
har kann
hann
í loyndum
sleikja
lambsfeitt
í seg
við
djevilskum
súgvurøri
tøvdir
grýtulappar
eru ov
eldfimir
segði
aðalleysi
aðalstjórin
við hann
og kavaði
niður í
eina
ísakalda
grýtu
eftir
húðaskónum
sum hann
signaði seg við
áðrenn hann
turkaði sær
um munnin
hvør veit
kanska
eina ferð
verður
hann
endurføddur
sum brún sós
hugsaði
onnur hvør
telda
-
fredag den 9. september 2016
Abonner på:
Opslag (Atom)