onsdag den 29. januar 2020
tirsdag den 28. januar 2020
VALEVNI
Eg ætli mær oysini inn á ting at arboyða fyri floyri oyum í føroyskum so málið ikki verður ov vakurt.
*
søndag den 5. januar 2020
HUGBART
hugbardur
platoniskt
elskandi
glímari
kyssir
moldina
sum
poknutur
úrvalsfartelefonsnillingur
vígdi
meðan hann
tummaði
ommusa ær
við eini
selfiestong
øldina eftir
at hon
varð brúkt
sum hvalvákn
í ótykisliga
tykisheimi
har vit vassaðu
alt samdøgrið
sum í siroppi
í myndum av
hálvetnum
mati og forkelaðum
hundum
og kettum
flagtekjulongsli
blandaðum við
depressivum
samansvørjingum
og gongutúrareypi
uppi í vælsparlaðum
landslagi
og gummusa
snullibullibassa
sum akkurát
líktist tær
dagin fyri
at alt fór
í luftina
*
tirsdag den 31. december 2019
LÍTIL NÝGGJÁRSRØÐA
Royni einki at siga. Eg eri hvørki ella røvari. Men eg havi skil fyri sterti og sigi so lítið sum einki.
Sum maðurin - ella var tað konan? Best er at halda kjaft. Ella munn.
Nýggjársrøða um hvat? Veðurlag sigur tú. Kanst tú liva av tí? So nógv av luft havi eg ikki í mær
at eg kann ávirka veðrið.
Eg eri føroyingur og í Føroyum skínur sólin altíð. Várharrasa sól. Tað broytist ikki og vit fiska ikki
plastikk
og reiðararnir leggja einki í pengar. Og teir ganga allir trúliga í Baptesta og har er Mammon ikki
kapitalistur men kommunistur. Men Jesus elskar kapitalistarnar meir enn øll onnur, tí einki skal vera
teimum givið, men tikið, so teir kunnu taka tað aftur saman við keisaranum sum elskar alt sum kann
eigast so hann kann fáa sítt og sítt og sítt. Og ikki minst: títt. Og vit eru hvørki
kommunistar ella kapitalistar men baptestistar og mammonistar. Tað er
ikki rætt at vit baptestatistar trúgva á pengar, nei, vit
trúgva á fleskasteikir og fáreiðaraveldi við veikari snorbremsu. Nei pengar leggja vit einki í. Hvat
skulu vit brúka teir til, ha? Okkum nýtast ikki pengar til at býta fish & chips til hvønn Hanus & Hanus
ha? Stálið fáa vit eisini fyri einki frá vára útlendsku brøðrum. Vit egna heldur ikki við pengum,
vit egna við fleskasteikum og við egnum fisk & chipsi so mann
merkir sveittan frá einum sum aldin hevur verið í bað. Tað er sakin. Fólkaflokssakin. Tann
pengaleysa sakin.
Og hvat rakar tað ongan?
Tað rakar heldur ongan at vit hava keypt fólkafloksins
consiglieri Chr. "Tom Hagen" Andreasen. Fyri pengar? Ha? Sig mær, hugsa tit bara um pengar?
Sjálvandi fær hann nógv aftur fyri at skaffa okkum fólksins øh okkara ogn. Hvat tá? Vit eru jú Mammons
øh Guds útvaldu reiðarar sum eru valdir at stýra fólkið beina leið í bank øh Baptesta at angra sínar syndir
tá tey hava valt hinar flokkarnar og ikki givið okkum pengarnar og havsins virðir sum vit sum Guds og
Baptestasa og Erdogan Vestergaards og Guds og Mamm øh øh íslendingar øh hálendingar øh útvalda
fólk jú eiga.
Gott nýggjár øll tit vælhavandi og rætttrúgvandi.
Gamlaársmorgun 2019
Bróðir Brilluball
tirsdag den 17. december 2019
fredag den 13. december 2019
DAGAR Í VIKU
Her er óvanliga heitt um veturin, segði tann mismælti við tann masmilta, sum svaraði, at so mugu tit lata tykkum væl í.
Leygardagur
Fríggjadagur
Hósdagur
Mikudagur
Týsdagur
Mánadagur
Sunnudagur
Dagurin ímillum sunnu- og mánadag
Gerandismorgun
Sunnumorgun
Tostamannatrø
*
lørdag den 26. oktober 2019
R O C A I L L E S
búrið óttast fuglin
hann er ov stórt eitt hjarta
skatturin í himni
stoytir renturnar frá sær
náðin svølgir eldin
falski vitnisburðurin festi
við lítla sannleikanum
ein blásvørt dúgva
vitjaði málaran
ljósins bleiki trælur
vil so fegin fanga mjørkan
við einum pensli av grasi
og ger vínið til breyð
og sorgina til steinar
sum rotna tá tú gongur á teimum
eingin skal oyðileggja tað
sum longu er oyðilagt í verðini
eingin livir av at vera tekning
ella doyr av at vera málningur
je me reflète
dans cette pierre
que dieu m´a donnée
un matin dans une nuit très ancienne
lorsque
définitivement
il décida de ne plus
avaler
l´amour tout cru
*
Abonner på:
Opslag (Atom)



















