onsdag den 29. november 2017
UPPBOÐSSØLAN ER BYRJAÐ
uppboðsølan er
við hesum byrjað
av millum øðrum:
væl brúktum og óbrúktum húkum
góðir sum ongul í reyv
(mugu tó ikki krøkjast í skiparabúk)
saman við gomlum stampum
at brúka sum urtapottar
nøkur tons av gomlum agni
gott at fóðra deyðan fisk við
og so eru tað øll hesi trolini
at heingja yvir urtagarðar
so likkurnar ikki eta av frukttrøunum
tú droymdi um í nátt
eini hundrað túsund tons av stáli
góð at brúka sum gistingarskip
við trístjørnutari matstovu
sum millum annað skal borðreiða
við saltari og feskari luft
sum bert skal kunna keypast
og seljast á uppboðssølu
til ber einans at gjalda
við skugganum av tær sjálvum
um skuggin hevur fingið loyvi til
at vera skuggi
við ósøguligum rættindum
*
mandag den 27. november 2017
TRÍGGJAR DAGAR AFTRAT
Framsýning mín í Steinprenti endar hósdagin tann 30. november.
Og í hesum sambandi ein sena úr nýggjum føroyskum kerligsheitsfilmi ið skjótt verður sýndur í øllum hugsandi biografum:
*
lørdag den 18. november 2017
tirsdag den 14. november 2017
LEYSIR BÓKAPRÍSIR
Í nýggjastu - óáhugaverda - Bókajól, sum er fylgiblað hjá tí enn meiri óáhugaverda tíðindablaðnum Sosialinum, stendur um nýggju bók mína, at hon kostar kr 248,00. Fer tú inn á heimasíðuna hjá Rit og rák kostar sama bók kr 198,00. Fer tú á heimasíðuna hjá H.N. Jacobsen kostar hon 148,00 krónur og sum er tann rætti prísurin, og sum eisini er tann prísurin sum er kunngjørdur á heimasíðu Sprotans, ið hevur givið bókina út, eins og á heimasíðuni hjá Bókamiðsøluni.
So eg kann ikki annað enn mæla lesarum mínum til at keypa bókina har hon er bíligast.
148,00 krónur
hundrað og átta og fjøruti og hundrað og átta og fjøruti hundrað og átta og fjøruti hundrað og átta og fjøruti hundrað og átta og fjøruti kr 148,00
mandag den 30. oktober 2017
tirsdag den 10. oktober 2017
RUNT
vit renna fram á vøllin
men har er eingin bóltur
og so renna vit aftur á vøllin
heldur ikki har er nakar bóltur
og so renna vit aftur og aftur og fram
og so er bólturin har men eingin vøllur
og vit eru heldur ikki har at renna eftir bóltinum
og nú er eingin bóltur og heldur eingin at syrgja hann
*
POLITISK YRKING
tað er ikki loyvt
at lesa hesa yrkingina
við alt ov bláum eygum
tað er heldur ikki loyvt
at lesa yrkingina fyri einum
við alt ov brúnum eygum
hevur tú svørt eygu
mást tú einans lesa hana
í einum myrkum rúmi
og hevur tú alt ov grøn eygu
so er tað einans loyvt
at lesa yrkingina úti á bønum
annars kanst tú fáa reyð eygu
og so sært tú bara tað
sum tú sjálv/ur vilt síggja
*
Abonner på:
Opslag (Atom)