onsdag den 29. november 2017

UPPBOÐSSØLAN ER BYRJAÐ




uppboðsølan er
við hesum byrjað
av millum øðrum:

væl brúktum og óbrúktum húkum
góðir sum ongul í reyv
(mugu tó ikki krøkjast í skiparabúk)
saman við gomlum stampum
at brúka sum urtapottar
nøkur tons av gomlum agni
gott at fóðra deyðan fisk við
og so eru tað øll hesi trolini
at heingja yvir urtagarðar
so likkurnar ikki eta av frukttrøunum
tú droymdi um í nátt
eini hundrað túsund tons av stáli
góð at brúka sum gistingarskip
við trístjørnutari matstovu
sum millum annað skal borðreiða
við saltari og feskari luft
sum bert skal kunna keypast
og seljast á uppboðssølu

til ber einans at gjalda
við skugganum av tær sjálvum
um skuggin hevur fingið loyvi til
at vera skuggi
við ósøguligum rættindum


*

1 kommentar: