torsdag den 7. maj 2020
AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR
Hon er ikki so væl avtikin, myndin uppi yvir hesum teksti. Helst er tað við vilja - havi sjálvur tikið - men hon er á plakatini til framsýning mína - og har er hon betur avtikin - í Steinprenti, Skálatrøð 16, og hevur hon heitið AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR
Myndirnar eru gjørdar við vatnlitum, oljukriti, koli, penni, tussj, spritttusj, blýanti og livralýsi. Góða framsýning øll somul!
.
Etiketter:
Framstøður,
Heilsa,
Poulsen,
Spritt,
Tóroddur
onsdag den 6. maj 2020
søndag den 26. april 2020
FRÁSTØVUT STØÐA
frástøða
hjástøða
lágstøða
rástøða
gleivstøða
skrástøða
skeivstøða
sleivstøða
rangstøða
niðurstøða
gleivstøða
skrástøða
skeivstøða
sleivstøða
rangstøða
niðurstøða
góðaráðstøða
óðasturáðstøða:
støðufrámerktur
frástøðumaður
liggur í strástøðu
sum støvutur
smittustrámaður
smittustrámaður
við ongum spritti
sum skuldi verið í tunnu
men hann liggur nú og mungar
við bindi fyri munni
og hann bønar og biður
á góða fitta fitta mín
kanst tú ikki spritta tín
so eg aftur kann lyfta vín
sum eitt gamalt svín
og liggistøðumaður
sum kann fáa tað hálva løgting
ið leskar vára tystu kapitalismu
ið leskar vára tystu kapitalismu
at lata meg upp eins og móses við stavi
tá hann deildi havið
sum var tyngri enn sprittið
sum eg ikki enn lyfti
so eg verði tín fitti
á fitta fitta mín:
mítt handartváttarkonubrot
sum heldur seg hálvar og píkatríggjar metrar
frá vaskinum og tveir metrar frá sápuni
og fimm metrar frá sprittinum
og einum millimetri frá samfelagssinninum
og tað skrivar løggusprittveldið við feitari sápu
at tá tú heldur
títt samhaldsfasta samfelagssinni
longur inni
enn tveir metrar
og í minst tveir vetrar
ert tú samfelagssinnissjúkur
sum ein rustaður húkur
í búkinum á manninum við løggu
sum tosar sum eitt
ið liggur í vøggu
á sóttarhald
á sóttarhald
eg gevi teg yvir
í mítt vald
*
torsdag den 23. april 2020
EITT SINDUR SKEIVT FOTOGRAFERAÐ TÍ MÁLNINGURIN VAR SO HEILT ÓLUKKSÁLIGA STÓRUR OG HONDIN SUM HELT TÍ EVARSKA LÍTLA FOTOTÓLINUM SKALV
tað vóru
øll hesi orðini
ið avgjørdi
hvar pøsirnarnar
skuldi standa
meðan tøgnin
varð skapt
í trúnaði
soleiðis sum
stólurin kravdi
annars slapp eingin
at sita á honum
nakrantíð
aftur
og einki hjálpti
um klæðini
vóru dálkað
av alskyns
litum
torsdag den 16. april 2020
JAZZ
so gott
at hoyra jazz
páskanátt
teir deyðu
tónarnir
rísa upp aftur
úr saxofonini
og eingin órógvar
við telefonini
og coronuni
og eg hugsi um orðið
svøvil
sum fær húkin
at snara
og um ta hørðu lagnu
at enda sum standmynd
í bronzu
sementi
sementi
elle rustfríum stáli
og tað
fúnaða træverkið
har eingin longur situr
og roykir
sína fyrstu og
síðstu sigarett
men man tað ikki vera loyvt
at roykja á himnum
um jazztónar
verða spældir
tí tónleikarar leggjast støðugt til
í erva
og teir kunnu skjótt møðast av hørputónum
og teir kunnu skjótt møðast av hørputónum
*
Abonner på:
Opslag (Atom)




















