hesir óendaligu minuttirnir meðan eg bíði eftir tokinum tað er seint á kvøldi og kalt eri farin at hosta ein hosta eg ikki fyrr havi kvøðið so slímið fer upp at dansa og snorið fossar úr mær í so stórum mongdum at virðisbrøv gerast virðisleys so skjótt og brátt og alt letur aftur og verðin steðgar upp alt meðan eg standi her og bíði eftir tokinum
Pepparoni við onkrum grønum, ið rímar við hønum.
onkur hostaði landslagið stongdist
Pizzavirus
um slím var diamantir
Ovastu yrkingina skrivaði hesin eftir at hava verið í átjan ára føðingardegi hjá mínum nærmasta og legðist sjúkur av eg veit ikki hvørjum. Helst okkurt slag av influenzu sum vaksinan ikki kennir og eg nokti at tað var handa ónda krúnan sum snurrar og snurrar í hvørjum miðli og drepur frá hond. Ein øgiligur hosti og eitt hart kríggj millum slímið og snorið og ilt í høvd og háls í tvær vikur, men eg kundi ugga meg við at eg havi roynt okkurt væl verri. Og eg eri annars ikki meira avbyrgdur enn eg altíð havi verið.