onsdag den 24. oktober 2018
ANDAKT
heimátkomiligur
døgverðapottur
girnast gamla
sleiv meðan
handilstenn
fara upp
at ringla og
ringja sum
fornar klokkur
í kirkju og
tað skvettir
úr skurvutum
dópfunti
á djáknsins
føtur so hann
verður enn meiri
bisparæddur
og bibburnar
gerast kaldar
sum pinnaleysur
ísur
og sálmasongur
svølgist í skeivum
sekundvísandi
stundum har
alt sum nevnist
ævinleiki
hvølpast í
móðurkviði tá
løtan hevur
migið enn eitt
innantómt
offur at lata
teimum sum
einki fata fyrr
enn pottur er
farin á flot í
streymharðum
maga og lov
og tøkk veri
sleivsins megi
sum bæði róður
og ár men trúgvin
er tað karvaða
seglið sum
átufrægir kallar
settu á tá
fráverandi
andin kjálkprýddi
ongan fong
.
.,.
mandag den 22. oktober 2018
RÍMLIGT
henda síðan er best
tá hon fær ein brest
áðrenn hon hittir prest
sum brúkar bjargingarvest
tí hann fekk ein gest
sum er úr budapest
og hann hevur ikki fest
eitt festi sum er leyst
ella biðið um okkurt fyri rest
men hann hevur knívin hvest
og lagt hann í mítt neyst
eftir at hava etið mín besta hest
Frants Ívar Brúnasleiv, yngri, yrkti
.
lørdag den 20. oktober 2018
GEISLAGJÓMING
gólv og
soppur
girnast
bein á
skeivum
lofti har
perlurnar
trilla úr
slevutum
floytum
og
akslaboygdir
høsnarskeggjar
tyggja sítt
náttliga
jodlibreyð
og seta
hvørja
áminning
í hálsin
hvør á
øðrum
og enda
sum
sálmurin
um
óstungnu
fliðina ið
tannaprýdd
seingjarbrúður
físti út í vegg
meðan náttverjar
høgdu seg inn
í tey gróthørðu
nývorpnu eggini
.
torsdag den 18. oktober 2018
BOÐ
at vera ósekur
sum ein grindamaður
ið beinir grindina
inn á drápsvágna
er so reint
sum tað kann vera
hóast tað luktar
eitt sindur
*
onsdag den 17. oktober 2018
tirsdag den 16. oktober 2018
TEV
har stóðu
vit so og
lógu
eins og
grótharðir
skuggar
altíð
til reiðar
til reiðar
til alt
og at
hvørva
.
vit so og
lógu
eins og
grótharðir
skuggar
altíð
til reiðar
til reiðar
til alt
og at
hvørva
.
søndag den 14. oktober 2018
Abonner på:
Opslag (Atom)




