søndag den 19. marts 2017

VÁR



Kavi. Altíð var kavi. Tung fet í holutum skóm. Ongastaðni at fara. Runt, runt, runt. Einki arbeiði. Eingi vinarløg. Bara kræpi, kræpi, kræpi. Dýggjvátar tjúkkar hosur. Og tey nevndu tað vár.

torsdag den 16. marts 2017

tirsdag den 7. marts 2017

ÓGJØRT



men so var tað regn 
eg hoyrdi í dag
og helt meg hoyra okkurt annað
eg ikki tími at kanna
tí eitt kvøld sum í kvøld
er tekjan ikki altíð í sama lag
sum tá eitt órýmiligt rím
setur seg á hana
og bjóðar myrkrinum av
og vil so fegin læna
enn ein ringan vana
og fer órímað í kav





.



.

søndag den 5. marts 2017

HOL




fjøllini
eru framburðsinnað
tað er undirgrundin eisini

tey lata tunlar
verða borað í seg
so vit kunnu koyra ígjøgnum
við fullari ferð

vinna tíð og
skjótar pengar
sum vit ikki fáa við okkum
niður í okkara egna hol
tá tann tíðin er búgvin





.

onsdag den 22. februar 2017

STJØRNULOYSI



her er einki annað at siga enn at eingin lesur hetta uttan at eg leggi leinkju út á fesjubukku og tað havi eg ikki hug til tá eg kortini ikki fekk michelinstjørnu fyri lambasparl flamberaði í fretrikki og frikaserað grátt undir steini roykt í koltursgimaroyki og omaná nývaknaða látipípu dyppaða í tjúgu ára gamlan rómustamp av trøllanesi alt matgjørd av fimm og fjøruti kokkum við trillutráðskeggi sum standa erpnir rundan um gestin 
og fortelja hvat hann koyrir í seg



.

mandag den 6. februar 2017

ENN EITT VANLIGT KVØLD




tey skoða líkið
í milliónatals stovum
skoða tey líkið
tað er krimikvøld
kvøld eftir kvøld
eftir kvøld
skoða tey líkið
líka til tey sjálv
verða køld





.

onsdag den 1. februar 2017

EITT VANLIGT KVØLD



telefonstunarin
stunar títt navn
og tú sigur
at tað er
skeivt stunað
og leggur á
hann ringir
aftur og
stunar eitt
tryggingartilboð
og tú sigur
at skeivt nummar
ikki kann taka
ímóti slíkari
stuning
og tú
leggur á
meðan
indianararnir
í sjónvarpinum
hava bukað
nakrar cowboyhattar
og ríða ýlandi avstað
longur inn í skermin




-