tirsdag den 19. april 2016

GOMUL HANDRIT OG OKKURT ANNAÐ

Ì dag havi eg tveitt eini tjúgu kilo av handritum út. Pakkaði tey inn í nakrar slitnar skjúrtur, eg á sinni fekk frá míni táverandi kæru. Helt at tey skuldu vera væl ballað inn, tá tey fóru í eldin, í hesum pløggum  sum skaldið hevði verið í, tá hann skrivaði handritini.

Og so fekk eg eisini tann "nýggja" Varðan. Eftir at hava lisið tann fyrsta textin, eina traditionella og keðiliga sonettu um vár og veður, helt eg, at um restin av ritinum var sum henda yrkingin, so mátti eg enn eina ferð -móti mínum vilja - ásanna, at alt stendur í stað í Føroyum. Tíðarrit eiga at vísa leiðina fram og ikki aftur. Varðin vísti leiðina fram fyri skjótt hundrað árum síðani. Og Steinbjørn og Gunnar royndu tað sama í sjeytiárunum, men teir blivu steðgaðir av fólkafloksfascistisku Breckmann-jugendini sum villmaðurin og skyldmaðurin Mílur hevði mobiliserað ímóti ritstjórunum. Síðani bleiv tíðarritið syndarliga vánaligt  við tí andaliga missfostrinum Mariusi Johannesen sum ritstjóra. Seinni  gjørdi Pól Andreasen tíðarritið til eitt meiri ófarligt folkloristiskt rit við hópin av amatørsøgufrøðiligum - og ættartalsligum greinum, sum ikki høvdu ein skid við bókmentir at gera. Men vit eiga sjálvandi at geva nýggja ritstjóranum ein kjans. Samrøðuna við Marjuna Syderbø dámar mær væl, ikki minst tá hon fortelur, at hon ætlaði at geva Carli amerikanska olju - frálíkt hugskot! - og at hon breyt heavy metal pláturnar hjá beiggjanum, tað skilji eg eisini væl. Annars er Varðin prentaður á sovorðið bíligt blankt pappír, so mann hevur hug at leggja hann frá sær. Helst er tað fyri at lýsingarnar skulu síggja snøggari út. Á nógvum síðum eru rukkutar rendur, men tað haldi eg er alt ov vanligt frá prentsmiðjuni, tað er eisini á fleiri av mínum bókum sum eru prentaðar og heftar sama stað. Tað er faninmeg ikki gott tit har uppi! Sjálvur eri eg eisini misnøgdur við mínar egnu Stuttttsøgur í ritinum, tí tær ikki eru væl uppsettar. Onkur av ummælanum eru dekan ov naivt skrivað, og tað er spell, tí alt ov lítið verður ummælt av bókum. Bløðini ummæla einki og í kringvarpinum hava tey fingið tann óskikk at sussmæla heldur enn at ummæla. Og er tað ikki vánaligt, at okkara fremsti mentanarmiðil, Kringvarp Føroya, ikki megnar at hava eina fasta bókmentasending? Skjótt verður hann seksti ár og bókmentirnar hava ikki verið serliga væl viðgjørdar hvørki í sjón- ella útvarpi. Tað átti ikki at verið so torført at fingið onkran bókmentaútbúnan ella ein entusiastiskan rithøvund at gjørt eina fasta bókmentasending. So hevði mann eisini sloppið undan at hoyrt hasar amatørkendu mentanarcaféinar við sínum ginglandi tólmennisverti. Fleiri skrivað ummælir høvdu komið væl við og økt um hugin at skriva. Men tað er ringt at fáa nógvar av hesum dovnu akademikarunum at skriva nakað. Nógv hava lisið bæði bókmentir og føroyskt. Guð viti, um tey brúka útbúgvingina til annað enn at keglast um glosur og bendingar á facebook.

Og so er bara eftir at vóna, at næsta nummar av Varðanum verður nógv betri enn hetta, annars verður tað, saman við umrødda nummari, pakkað inn í einar av mínum gomlu undirbuksum og tveitt á køstin!

lørdag den 13. februar 2016

GRAND PRIX




sterk styrki stúrs stertur
ur ur ur
ir ur ir ur
skeiv bending
skeiv ending
ir ur ir

shake it baby
skegg it
tittt
har norði
við gjógv
duga ikki
hógv
tá tittt seta
skógv
út á sjógv
ur ur ur
ir ur ir
skeiv bending
skeiv blending
ir ur ir

eg hoyri sang 
sum ikki er sangur
altso er tað
oljufýrurin
sum er farin í
oljudans
at hoppa til
klisjuenskan
hoppipopp
so tað verður kalt í kvøld
hjá okkum gomlu
hopp hopp hopp
ir ur ir 
ir ur ir

hopp hopp hopp

her er hvørki hop
ella vón

segði hin hoppileysi
og proppaði seg
við hoppi 





*

tirsdag den 9. februar 2016

WERK


ich habe nichts
womit ich angeben kann
es dieses jahr
geschafft zu haben

habe nicht gehört

habe nicht gesehen

habe nicht gemacht

ich sass nur
hier

und war


Dr. Inga Meincke umsetti eftir:



VERK



eg havi einki
at reypa mær av
at hava framt
í hesum ári

havi einki hoyrt

havi einki sæð

havi einki gjørt

eg havi bara
sitið her

og verið


Tóroddur Poulsen














.

fredag den 5. februar 2016

KREDDA






Eg trúgvi á alt tað sum heidningarnar trúgva á tá teir eru so etandi skít og eitt sindur aftrat.

,

BØL



Nei tú, hetta hevur heldur eingin lisið.






-

lørdag den 30. januar 2016

STREV



- Áhugavert! Segði hann og legði seg aftur á somu lið, tað var alt ov strævið at venda sær. Tað hevði annars verið áhugavert at sæð, hvussu verðin sá út, tá hann vendi sær á hina liðina.



-

torsdag den 31. december 2015

VERK



eg havi einki
at reypa mær av
at hava framt
í hesum ári

havi einki hoyrt

havi einki sæð

havi einki gjørt

eg havi bara
sitið her

og verið











.