hann hevur ilt
í løriftinum
fær leyst lív
so orðini
koma úr honum
sum grøn spýggja
men so sær hann
at hann kann
brúka tey sum máling
so løriftið
ikki sæst meir
hóast okkurt lítið kroyst hoyrist
og eitt sindur av luft
sleppur út gjøgnum skjótt stadnaðu skorpuna
myndin skal eisini liva
eftir at hon er deyð
og tá koma orðini
av sær sjálvum
¨
Ingen kommentarer:
Send en kommentar