onsdag den 31. oktober 2018

LOFTHØVD







lofthøvdið
hevur
ongan skriða
at káva
út yvir
nú fjøll
eru móð
av tómum
gongum og
illa veiddum
myndum at
leggja út
á vangum
sum vinir
skriða so
lakkið loysnar
av neglum
og dámandi
fákunniligum
dýnujakkagongum
í gráváta landinum
sum viðhvørt
er landgult
og onkra
sjáldsama
stund grønt
sum stundin
ikki loyvir
mær at líkna
saman
við











.

AVDÚKING





 tá eingin
hevur vitjað
so er at
royna við
einum
kjøtbita
einum
ostapetti
ella onkrum
søtum sum
kann nøkta
ta andligu
armóðina
í tí gráa
landinum
har annars
verður lokkað
við ovurstórum
húki við
ongum
agni
á








..

mandag den 29. oktober 2018

SÁLIR






tað er ikki hart
hjá eini ljósari sál
at ganga úti í myrkri
tað hevur einki
við mótsøgnina at gera
men bara tað
at ljósar sálir
síggja so væl
og tað gera tær myrku eisini
men helst á ljósum degi
tí tá skulu tær ikki
minna seg sjálvar á
at tær eru myrkar sálir
eins og tær ljósu
sum altíð skulu minna okkum  øll á
hvussu ljósar tær eru






.

STØV



klichéin sigur
at vit verða
til støv
men eg vil ikki
verða ein kliché
so eg vil
heldur verða
til ein kust
ella ein
støvsúgvara
ella bara
ein lítlan
støvklút
í hondini
á frúnni
í húsinum




.

SO







brádliga segði
styrkin frá
sær alla
ábyrgd og
varð borin
út av veikum
ørmum





.

torsdag den 25. oktober 2018

TEY



Tey eru ikki har. Tey eru ikki komin. Nú blæsur vindurin alt um koll. Eisini tey. Jólini verða hildin liggjandi.







,

SNILD






hesin
blái
gróðurin 
fer
at buldra
fagrar
fjaðrar
og
onnur flog
enn tey
trý fetini
út í
bilin
 



.