Vit skilja einki tí vit lukta so illa av vitloysi.
.
vaskimaskinan og
tann innari
plátuspælarin
snurra ikki
altíð í
felag
men í felag
snurra tey
væl
í hvør
sínum
lagi
.
Øðrvísi er ein onnur ætlan enn hon vit halda okkum vera fødd til at halda okkum til.
"
Tað er ikki satt fyrr enn tú hevur sæð tað sum ein plett á vegginum.
.
Allan dagin bardist hann við támið og vann aðru hvørja ferð.
=
Ein veggur var báðumegin mjørkan.
'
Eingin er at siga at einki er at siga.
`