onsdag den 22. februar 2017
STJØRNULOYSI
her er einki annað at siga enn at eingin lesur hetta uttan at eg leggi leinkju út á fesjubukku og tað havi eg ikki hug til tá eg kortini ikki fekk michelinstjørnu fyri lambasparl flamberaði í fretrikki og frikaserað grátt undir steini roykt í koltursgimaroyki og omaná nývaknaða látipípu dyppaða í tjúgu ára gamlan rómustamp av trøllanesi alt matgjørd av fimm og fjøruti kokkum við trillutráðskeggi sum standa erpnir rundan um gestin
og fortelja hvat hann koyrir í seg
.
mandag den 6. februar 2017
ENN EITT VANLIGT KVØLD
tey skoða líkið
í milliónatals stovum
skoða tey líkið
tað er krimikvøld
kvøld eftir kvøld
eftir kvøld
skoða tey líkið
líka til tey sjálv
verða køld
.
onsdag den 1. februar 2017
EITT VANLIGT KVØLD
telefonstunarin
stunar títt navn
og tú sigur
at tað er
skeivt stunað
og leggur á
hann ringir
aftur og
stunar eitt
tryggingartilboð
og tú sigur
at skeivt nummar
ikki kann taka
ímóti slíkari
stuning
og tú
leggur á
meðan
indianararnir
í sjónvarpinum
hava bukað
nakrar cowboyhattar
og ríða ýlandi avstað
longur inn í skermin
-
lørdag den 31. december 2016
XPERIMENT
konsept siga tey ha ha ha konsept ha ha ha
eitt ella annað stað siga tey ha ha ha eitt ella annað stað ha ha ha
sáttmálin við lesaran siga tey ha ha ha sáttmálin við lesaran ha ha ha
suss sussa tey ha ha ha suss sussa tey ha ha ha
ha ha ha siga tey ha ha ha siga tey
.
fredag den 30. december 2016
NÝGGJÁRSKORT
postboðið
fær meg
at hugsa
um ein
sera bláan
himmal og
nøkur fá skýggj
eg sum
hálvvaksin sá
í einum filmi
í havnar bio
tá eg
eins og nú
ikki fekk
so nógvan post
.
onsdag den 28. december 2016
TÁ ØLL ERU RÝMD
tá øll eru rýmd
siti eg eftir
við eini rúgvu av orðum
sum eingin vildi eiga
tí tey eru full av pínu
og hørð sum grót
og eg sorli tey sundur til skerv
við mínum virtuella grótknúsara
so eg sleppi undan líðingum
og kann brúka tey
at tveita í eyguni á teimum
sum ikki eru her
.
søndag den 25. december 2016
ÓSTRONGD
hetta at hvíla
og røkja seg
sjálvan sigur
bispur og
strandasussar
víðari
so eg sovni
og vakni aftur
úthvíldur
takk fyri tað
bispur
sussarin mikli
.
Abonner på:
Opslag (Atom)