mandag den 29. september 2014
NÚ NÆRKAST
Tann stóra hendingin. Tann heilt stóra hendingin. Tann heilt óvanliga stóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óvanliga stóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óvanliga øgiliga stóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óvanliga øgiliga risastóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óhugsandi óvanliga øgiliga risastóra hendingin í føroysku bókmentasøguni. Tann heilt ómetaliga óhugsandi óvanliga øgiliga risastóra hendingin í føroysku bókmentasøguni nærkast í hvørjum.
torsdag den 25. september 2014
SAMSKIFTI
nú helt eg
at onkur ringdi
men tað var ein fuglur sum læt
seinni
ringdi ein fuglur
og spurdi
um nakað var galið
við mínari telefon
mæææææææ
jarmaði eg
mæææææææ
pli pli pli orsaka skeivt nummar
svaraði fuglurin
helt tað vera tjaldurs apotekið
,
tirsdag den 23. september 2014
BLUNDUR
skjóttgangandi
bátar styggja
fuglin so hann
ikki fær sovið
saman við okkum
tá vit liggja og damla
undir dreymsins bjørgum
í vrakaðum
yrkingalepum
sum eru gjørdir
til pappírsbátar
sum ikki kunnu søkka
so leingi
vit sova
.
fredag den 19. september 2014
YRKING/DIGT TIL HENRIK
hvat skal eg skriva
um eg skal skriva meir
hvad skal jeg skrive
hvis jeg skal skrive mere
hvat skal eg mála
um eg skal mála meir
hvad skal jeg male
hvis jeg skal male mere
hvønn skal eg spæla fyri
um eg skal spæla meir
hvem skal jeg spille for
hvis jeg skal spille mere
hvar skal eg syngja
um eg skal syngja meir
hvor skal jeg synge
hvis jeg skal synge mere
hví skal eg gráta og flenna
um eg skal gráta og flenna meir
hvorfor skal jeg græde og grine
hvis jeg skal græde og grine mer
tí skal eg anda
um eg skal anda meir
derfor skal jeg ånde
hvis jeg skal ånde mere
.
onsdag den 27. august 2014
LÍTIÐ MINNI
í tollinum
var einki at finna
kuffertið
við skitnum undirbuksum
skjúrtum og slitnum yrkingasøvnum
varð latið aftur
so tollarin
aftur fekk andað
vónandi
verður hann minni nasadjarvur
næstu ferð eg komi
.
tirsdag den 26. august 2014
NÁTTARTÚRUR
fór inn
í plantasjuna
at mála
trøini
hvít
men ein
leyva
og ein
elefantur
komu
eftir mær
og eg rann
heim til hús
og vaknaði
.
lørdag den 23. august 2014
TEY
hon
er øðrvísari
hann
ørvitari
saman
fóru tey
í hernað
ímóti teirri
ørskaputu
verðini
við eini
ørfínari
nál
.
Abonner på:
Opslag (Atom)