søndag den 31. marts 2013
TRIÐJA DAGIN
tá eg vakni
hoyri eg maðkarnar tosa um:
hvussu eg smakki:
ein sigur at eg smakki púrasta meiningsleyst
annar sum vil spýggja sigur
at tað er einki høpi í samansetingini
at tað hevði verið betur
um eg var stoktur ella kanska kókaður
ein triði meinar
at hetta minnir mest um sjeynda ættarlið
frá eini útvatnaðari kvæðakempu
ein fjórði heldur hetta vera heldur herskið
at eg smakki sum um samfelagið
fyrr hevur verið í mær
og tað er heldur ikki líkt til
at eg havi havt nakra virðing fyri tí
ein fimti hevur als ongan matarlyst
tí at tað smakkar sum um boðskapurin
er burturvilstur í brendum barndómi
og einum longsli eftir einum longri lívi
hetta síðsta rørir meg als ikki
men tá onkur sigur
at eg smakki næstan sum kvaldur kærleiki
gravi eg meg sjálvan upp
pilki maðkarnar úr mær
og geri ein nýggjan rætt
úr: Steðgir 1986
søndag den 24. marts 2013
EIN VANLIGUR DAGUR
veðurtíðindini
lovaðu sól og stilli
men vit fingu vátakava
og hvassan vind úr eystri
eg sat til fánýtis
og bíðaði eftir
snikkaranum
sum skuldi koma
og umvæla úthurðina
dómadagurin
sum prædikantarnir prædikaðu
skuldi verða í dag
varð eisini av ongum
hakkibúffurin
eg át til nátturða
og sum sambært slaktaran
var av neytakjøti
smakkaði av svíni
í nátt droymdi eg
at ein ung og eiggilig kvinna
royndi at forføra meg
men eg bar meg undan
tí eg helt meg vera ov gamlan
sjálvt dreymarnir
lúgva fyri mær
-
UMVENDUR ELLA VIÐVENDUR?
Bispur hevur lagt av at brúka orðið "jaligt" í andaktsinnleggi sínum á Vovvapissitalinum. Helt sjálvur at hann mátti vera nakað ringur av abstinensum, eftir at hann seinast brúkti hetta yndisorðið bara einaferð. Í dag hevur hann fullkomiliga hálsað um. Hann brúkar orðið "neiligt" tvær ferðir! Guð viti, hvat er við at henda í føroysku fólkakirkjuni!
torsdag den 21. marts 2013
LÍTIL MIÐVÍSA
í køkinum varð
fiskurin skoðaður
av teimum sum
heldur vildu eta kjøt
tey hildu at hann hevði
so syrgilig eygu
at tey eins væl
kundu eta ein gravarsálm
sum at eta
eitt so sorgarfult lík
og so setti ein seg við urguna
og pumpaði ein sálm
sum bleiv smaskaður og smaksaður
og fiskurin koyrdur í skrell
og trúgvin kundi
framhaldandi
liva víðari
við ongum lukti
ella anga
-
onsdag den 20. marts 2013
EITT SINDUR UM MAMMUSPROKIÐ
Eg haldi eisini at tað er bæði forferdiligt og forkastiligt at førisk børn skulu tvingast at snakka eitt sprok sum mammur okkara ikki snakkaðu. Tonk at lærarar mishandla tey við orðum sum "litur" ístaðin fyri "farva" sum mammur okkara søgdu, og tey blíva eisini straffaði, um tey siga "bílæt" og ikki "mynd" sum mammur okkara ikki søgdu. Eg havi hoyrt eitt eksempul frá einum føriskum skúla, har tann førisktlærarin, eitt nationalistiskt tjóðveldisfrell noyddi ein elev at eta ein heila pakka av oljukritum, tí elevurin insisteraði at siga "farva" og ikki frellorðið "litur". Føriski skúlin er komin niður á eitt históriskt lágt niveau, angangandi dannilsi og at læra tað rætta føriska sprokið mammur okkara snakkaðu. For eksempul skulu øll børn eisini brúka kirkjubíggjar/skopunska orðið "telda" og ikki "compjútari" sum mammur og helst eisini ommur okkara søgdu. Tað er gyseligt og tann reini torturur at behandla børn sodannar. Óhyggeligt at hesir sprokterroristar sleppa at voldtaka øll tey gomlu orðini sum mammur okkara dugdu so væl at fortelja við. Mammur okkara søgdu heldur ikki at "granska", men tær forskaðu, óansæð um tær stóðu í køkinum og gjørdu døgurða, ella um tær lógu á knøunum og skrubbaðu gólv. Og so skulu tey stakkals børnini eisini "benda" orð og nøvn, sjálvt um mammur okkara søgdu at "boyggja" orð og nøvn, Hetta er tað tann nationalistiska kirkjubíggjargardan hevur at diska upp við. Hon hevur jú sum program at útsletta tað føriska sprokið sum mammur okkara so gott snakkaðu, so øll uttan tey í Kirkjubø forstóðu tað. Og vit onnur og mammur okkara vita ikki, hvat hesir tjóðveldisboyggjarar hentyda til, tá teir ytra seg. So tað er ikki so snedigt, at eingin maður ella mamma vil hava nakað við hesar kulturleysu skóleistar og teirra kastreraðu orðaforráð at gera. Tá f.eks. mammur okkara puttaðu eitt stykki av chokolatu í munnin, søgdu tær ikki, at tíverri er henda chokolatan ikki úr Belgia, soleiðis sum hesir lættimjólkspuristar benevna hetta land, nei tær søgdu desverri er henda chokolatan ikki frá Belgien, men frá Englandi og ikki Onglandi, sum puristfrellini vilja hava okkum at siga. Børn okkara blíva eisini tvingað at eta spaghetti úr Italia, men ikki frá Italien, sum mammur okkara so rætt søgdu, tá tær stóðu uppi yvir komfýrinum og kókaðu henda ónationalistiska italienska og ikki italska rætt til okkum. Eisini havi eg sæð hesar republikansku breggjarar, púrasta ómædnar kalla okkum fyrrhenverandi Framamenn og socialdemokratar fyri teir mest afturhaldssinnaðu sambandsmenninar, men eg skal minna hesar tjóðveldispulshosur, at mammur okkara snakkaðu um reaktionerar sambandsmenn, tí tær vistu so sanniliga at orðið afturhald var komið úr kirkjubíggjarkøstinum. Tað vóru eisini teir sum partú vildu hava okkum at brúka, og ikki at nýta, tað íslendska ð-ið, bara tí kona tann fanatiska kongsknæbóndan var íslendsk. Tí er tað uppá tíðina at vit fjerna hetta fjolluta íslendska uppfinnilsið sum slett ikki hoyrir heima í tí føriska sprokinum. Vit mugu kempa fyri at fáa sprokið aftur sum mammur okkara snakkaðu, so vit eisini fara at snakka líka dannað og gott og smidigt føriskt sum tær. Tað er upp á tíðina at vit taka hensyn til okkum sjálvi og ikki hesar ynkeligu rotiskógvafilologar. Eg veit at nógvir nationalistiskir orða- og navnaboyggjarar fara at pissa í sínar skølingar av øði, tá teir lesa hetta. Men høvdu teir snakkað tað sprokið sum mammur okkara snakkaðu, so høvdu teir kanska bara pissað niður á knøini.
_
fredag den 15. marts 2013
UNDURFULLA LAND
Nei eg skal ikki eisini endurgeva hasa vælvaldu grønlendsku sum gleðir seg til at flagg grønlendinga skal hanga sjálvstøðugt saman við øðrum fløggum í ST. Tað hava longu so nógv onnur lippandi endurgivið. Tað eru sentimentalar tíðir. Tað manglar bara táraginglurnar í "På sporet" í DR aftur við. Tó kann eg ikki lata vera við at sita her og brosa, tí einki bendir á, at nøkur onnur broyting verður í útnorðri, annað enn at ísurin bráðnar. Men ikki allir ísar bráðna, sum t.d. tann ísurin sum liggur um hjørtuni á vinnulívsmonnum sum sleva so nógvan løtuvinning at lógir mugu broytast í skundi. So nógv sleva hesir menn og eltibløðrur í parlamenti okkara, at skjótt er ikki inniverandi hjá slevarunum í líkhúsinum á Tinghúsvegnum. Eltibløðrurnar eru nógvar í Føroyum, ikki minst í listalívinum hava vit sæð tað. Vit minnast væl tey fossádølsku, sum nú eru vorðin enn fleiri og sleikjast uppi í enn einum dólgi av fossádølskum slagi, so tað sær ikki mætari út enn at fólk kappast um at hava ta brúnastu tunguna. Á bókmentaøkinum er tað sama, rithøvundar tykjast nøgdir við, at bert ein fagurbókmentaligur høvundur fekk starvsløn í ár. Eg veit ikki, hvat hesir sleikja, um teir sleikja nakað, ella um teir hava nakað at sleikja við, men neyvan er tað ísin av hjørtunum hjá vinnulívsmonnum, sum sleppa at sleva á okkara lógir sum teimum lystir. Ella sita teir bara og gráta uppi yvir áður endurgivnu orðunum hjá hasi grønlendsku við tí góða valinum, meðan grátuginglunar gingla í oyrum og hjørtum teirra?
,
onsdag den 13. marts 2013
SØTT
lat ljósið renna
inni í tær
sum enn ein
hallelujasang
ið leitar eftir sukri
og siroppi
so at øll
skulu elska
og syngja hann
líka til hann doyr
av søtari sótt
,
Abonner på:
Opslag (Atom)