tirsdag den 25. september 2012

A V B Y R G I N G A R

Her síggja tit nýggju bók mína AVBYRGINGAR um tygum trýsta her: Steinprent nyt: 

Ein bók úr fínasta pappíri. Innan er pappírið MultiDesign Original Ivory 150 g og perman er MultiDesign Original Natural 300 g       

Hon rúmar m.a. 10 original steinprent, eg teknaði og málaði á steinar í januar 2011 og aftur í januar 2012, umframt at perman eisini er steinprentað. Og bókin er eisini størst yrkingasavn, nøkur og hálvfjersinstjúgu ljóð, sum ongantíð áður eru kunngjørd, skrivaði sum tey eru fyri tveimum árum síðani, og eru tey prentað á Føroyaprent og er bókin eisini umbrotin og  innbundin har.

AVBYRGINGAR er ikki prentað í so stórum upplagi, so tað ræður um at skunda sær at fáa fatur á henni. Hon er hundrað síður og kostar einans 350,00 krónur og verður ongantíð seld á útsølu.

STEINPRENT er útgevari.



henda yrkingin stendur á síðu 40:

 #




tendri ljósið
og eri takksamur fyri
at hugflogið
viðhvørt
kemur úr náttarmyrkrinum
og vitjar mína samvitsku:

fuglurin
avhoyrdi meg
um breyðmolar
og mutur
fjaðrarnir
kitlaðu meg so illa
at eg fekk ikki svarað






.

søndag den 23. september 2012

BUKKUSUNNUDAGUR

Ólukksáliga kalt og ilt í rygginum. Soleiðis eru allir sunnudagar. Grá tjúkk skýggj sum ikki tíma at røra seg.

Soleiðis mást tú aldrin byrja ein tekst. Tú styggir lesaran. Hann vil heldur hava teg at skriva okkurt pent um fótbólt. Um hvussu ofta xx hava tapt ímóti zz og hvør stóð í mál, tá cc misti bukkumeistarheitið til ðð. Og miðlarnir (ræðuligt orð miðil, ljóðar sum onkur hevur migið tað úr sær á Heilsuligu Skaðastovuni(og so orðið miðlafrøðinur, tað ljóðar mikið urinalt, tað má vera ein urinologur)) ger nógv burtur úr tí søguliga bukkumeistaraheitinum í fótbólti tí tað er fyrstu ferð at ðð vinnur tað og xx ikki verður nummar tvey, men fýra, annars verða teir altíð nummar tvey, tá ðð vinnur bukkumeistaraskapið í fótbólti. Og tá xx vinnur verður ðð altíð nummar tvey. Men tíðirnar eru kanska við at broytast. Og tað er ikki so gott fyri fótbóltin, tí hann skal helst vera soleiðis, at áskoðarin veit, hvar hann er. Og at ikki ein og hvør idiot fer út og sparkar hann bæði til vinstru og høgru. Einki má koma óvart á nakran í fótbólti. Og serliga ikki í bukkumeistaraskapinum. Har má alt vera sum tað altíð hevur verið. Og við dansi aftaná. Bukkumeistaraskapsdansi.

Pínadoyð. Skýggini røra seg nú og eg gloymdi at tað var sunnudagur, tað var tí eg bannaði, her í húsinum er tað bannað at banna sunnudag.

torsdag den 20. september 2012

HOLSEMI

Helst misskilji eg alt, tá eg lesi ella hoyri føroyskar miðlar. Nú ein dagin tosaðu teir um ein sjónleik um Poul Mohr, sum eg so helt at Jóanes Nielsen hevði skrivað, tí hann var á sinni við at gera sjónleikin "Sveisaralív " úti á Skipasmiðjuni .

Nakrir reyðir á Skipasmiðjuni vórðu heimkoyrdir og so varð hesin leikur klaskaður saman og framførdur á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini. Jóanes hevði leiklutin sum skeribrennari og Mikki Múll spældi Poul Mohr.

Men hesin í útvarpinum umrøddi leikur, skilti eg seinni, var ikki um Poul Mohr men um "Poe-morðini".

Og í somu sending tosaðu tey við ein ungan mann við skopunarrødd ið hevði gjørt film sum æt Stóratá og aftaná fóru teir guðhjálpimeg at tosa um Matador. Tað haldi eg ikki, at eg miskilti. Brúka góða senditíð - einastu mentanarsending sum júst er vaknað úr summarblundi - at tosa um smáborgarliga danska vikublaðssendirøð.

Mær dámdi bara ein persón í sendirøðini og tað er hon sjálv við hoyrirørinum, Tante Møghe. Annars havi eg langt síðani sjálvur fingið hoyritól, men brúki tey ongantíð, eftir sum eg so sjáldan eri millum fólk. Og so skulu tey fyrst reinsast við einum lítlum enda av onkrum løttum metalli, so tey ikki vera tipt við oyrnakukki. Og tað er alt ov strævið at fáast við. Tað er heldur eingin grund til at hoyra Kringvarpið rætt, tí tá nyttar tað einki, men tá eg misskilji tað tey siga, so fái eg altíð okkurt at hugsa um.

Eg brúki heldur ikki røttu brillurnar í løtuni, tí tær brillurnar við tí røttu styrkini eru skaddar,og eg havi ikki ráð at fáa tær umvældar, so eg brúki einar gamlar sum fáa meg at lesa og skriva skeivt á telduni.

Men mær nýtist ikki nakrar brillur at lesa á Vovvapissitalinum, at Øvundur á Bei-tiij sigur rump-ariij og reyvar-iij, tí tað siga vit her vest-riij!

Løgin hesin Pissitalurin, sum mest snýr seg um drynjandi og klaustofobiska lokalpatriotismu og so um tað, sum er niðanfyri beltið. Oftast tikið úr Ekstrabladet.

"Eitt hol er eitt hol" sum havnarmaðurin svaraði, tá hann varð spurdur um hann ikki swingaði báðar vegir.

tirsdag den 18. september 2012

VITA

fái ikki longur skrivað

omaneftir

veit ikki hví

hetta er ein automatisk

bloggmaskina

sum ongan formsans hevur

ella er tað bara eg sum ikki havi funnið út av


hvar tann

heilagi

knøtturin situr

GOMUL YRKING





visti ikki rættiliga 
hvat var í tínum smíli 
har tú stóð í ljósabláum kjóla 
og hvítum løriftskóm 
við tí ónda fjallinum aftanfyri 
við sínum rotna og óíbygda gróti 
og ólukkuliga grasi 
sum hevði kitlað so nógv forbannilsi 
so tey broyttust til bønir 
til alt ið flúgva kundi 
og gjørdi títt smíl 
til bæði kumpass barometur og seismograf 
tá eg fór út í tað villa lívið 
at finna tey røttu orðini 
at lýsa tað sama smílið 
og eg goymdi tey í eini tungari skuffu 
djúpt inni í mær sjálvum 
og eg tori ikki at taka tey fram aftur 
og seta tey saman 
tí so fari eg kanska at gloyma títt smíl 
og hvat skal eg so skriva um 
sitandi her við eini gamlari yrking 
og ongum fjalli ella gróti aftanfyri 
men nógvum ólukkuligum grasi 
sum eg júst havi sligið 






 .

mandag den 10. september 2012