Kemur í bókahandlarnar tann 16. november.
Kanska ein krimiskaldsøga.
Kanska ein andalig bók um vekingarrørslurnar sum fekk øll at sovna.
Kanska okkurt triðja ella fjórða.
*
Kemur í bókahandlarnar tann 16. november.
Kanska ein krimiskaldsøga.
Kanska ein andalig bók um vekingarrørslurnar sum fekk øll at sovna.
Kanska okkurt triðja ella fjórða.
*
miðlarar knarra um miðlar
og tað miðlast tað so um
karmarnir eru alt
innihaldið einki
hví fanin kemur fanin ikki í tey
og hví fara tey ikki út um allar geilar
og geyla og rópa og rætt og slætt
fortelja øllum hvat tey kunnu gera
og meir enn tað til dømis + okkurt nýtt
og sum øll bíta á eisini sjálvt um
onkur koppur brotnar
toga heldur originalar
inn í upptøkuhølini
enn hesi kopiini
sum eru allastaðni
eg meini ikki at tey skulu larma sum í frímælt
har ringt er at hoyra hvat ið verður sagt
tað ljóðar ofta sum um 10 stk jacob vestergaard
eru í upptøkuhølinum og rópa í holið hvør á øðrum
men teir 10 fáa ongan kopp at brotna
og einki nýtt er at frætta
frammanundan er ljóðgóðskan ikki góð
so tú mást spola aftur 10 ferð
og so móti endanum skal hvør geylari forteljari
hvat hann skal gera í vikuskiftinum
tað er heldur ikki áhugavert
eins og tað er at hesin miðil
einki leggur út í vikuskiftinum
so hetta man vera ein frítíðarmiðil
sum einki tímir í frítíðini
(framhald)
*
tað hendi ikki so nógv týsdag
andstøðan vildi hava sáttmálan við russar í tingið aftur
tí teir vilja so illa sleppa at stuðla putin og hansara álopskríggi
andstøðuni dámar so væl at nógv ukrainsk børn verða dripin
tað gevur henni eitt slag av religiøsum fulnaði
so kunnu fólk aftur fáa ókeypis fish and chips á sjómannadegnum
og børnini fáa túr við brandbilinum og ikki minst
at tey vaksnu í framtíðini sleppa at royna nýggja skannaran
sum tey ikki høvdu fingið
um tey ikki stuðlaðu hópdrápsmanninum í kreml
og øll eru so glað fyri vatnkríggið á vágni
næstu ferð verður reyður fruktlitur koyrdur í vatnið
so tað líkist ordiligum kríggi akkurát sum tað hjá putin
frystur laksur
sum segðist vera villur
helst var tað tí
at hann var frystur
hann spraklaði ikki
tá hann varð stoktur
heldur ikki eftir
at hann varð etin
ella tá hann varð
kukkaður út aftur
og tað er heldur ikki hann
sum fer at gera
fólk arbeiðsleys
og milliardingarnar
til fátækar millióningar
sum mugu sova
í frystiboksini
um teir skulu fáa
nýggj hugskot
sum til dømis
at útflyta fryst
krokodillutár
til tey heitu
londini
*
helt ikki at tað vóru
tær kaffibønirnar eg
helt at tað vóru men
saman við hitaða
rugbollanum fekk eg
ta røttu orkuna at
enn eina ferð
hálova grótinum
at tað skuldi altíð
sleppa at bæði
liggja og standa
har sum tað er
og so kunnu onnur
gera inntriv
í sítt ítriv
á handilsvallaðum
undirlendi
********************************************************
tey harta tey sum harta
tað gráa gullið men ikki eitt orð
um tað gráa silvurið ella ta gráu bronsuna
ella hvat við tí veruliga gráa:
grótinum!
og øll munnu vita hvønn lit tað hevur
sjálvt tann ídnasta forkonan í formanssessinum
veit hvussu tað sær út ella hvussu tað ikki sær út
eins væl og hon minnist eitt eyðkennislag
tey ljóða øll sum telefonmusikkurin ið pínir okkum øll
meðan vit bíða eftir at telefonin veruliga verður tikin
og muzakkin steðgar og ein fitt ella køld strongd rødd spyr
hvørjum hon ella hann kann hjálpa tær við
og tú sigur hvørji ørindini eru og tú verður
koplaður inn á eina aðra linju
við tí sama forbannaða eyðkennislagnum
og nú er tað forkonan í formanssessinum
sum verður umstillað fyri triðju ferð
og enn eina ferð tað sama eyðkennislagið
tað er eitt sindur í meira lagi og nú merkir hon okkurt
sum er bæði hart og vátt
ja hon kastar burtur hittir reis
okkurt reytt kemur út
og eyðkennislagið steðgar og ein rødd spyr automatiskt
hvat kann eg hjálpa tær við og hon svarar at hon hevur
aborterað ein stein
ein reyðan stein
ja eg havi aborterað royðu rópar hon í telefonina
og so verður hon umstillað eina ferð enn
og upp aftur meira av eyðkennislagnum
kunnu tit senda mær ein sjúkrabil beinan vegin
eg havi aborterað royðu og tað skal verða ein sjúkrabilur
við ongum muzakskum eyðkennislagi
eg orki hetta ikki meir hoyrir tú
eg eri ikki gráhærd enn og havi aborterað royðu
bara tí at tit spæla hatta lortið í telefonini
*
jarðbotnurin biður meg
biðja hálsin ikki hosta fyrr enn øll
stakløgini hava lagt seg aftur í stakkin og takka
fyri stuðulin til sodavøtnini sum børnini
ikki sloppu at smakka tí at vindurin fyrst
skuldi roynast sum strúkarar
so slapst undan at strekkja tey størstu løkini
ið ikki skulu ámígast við sólarlitum fyrr enn myrkrið
krevur tað
*