ætlaði ikki at halda
nakra røðu í dag
heldur ikki í gjár
ella fyrradagin
og nú er klokkan
17.02 og vit vita
hvør ið skal gjalda
tað eru tey sum eru
noydd at lurta eftir
hornmusikki og
túsund takk fyri
at tit lýddu á míni
orð og klappið
nú so lystiliga
*
at liggja ella
ikki hava ilt
at spáka undan
náttini og rotna
skjótari enn
hermenn í
hálvopnum
gravum verður
ikki málið fyrr
enn komið er
á mál tó at
pínan grevur í
moldini og
finnur seg
sjálva í dreymi
um ungdómsins
ítrótt og onnur
óbrøgd í vátum
døgum har
fávitskan varð
heiðrað í
dálkandi
skóm
*
tá hon
sigur
at hon
ikki megnar
at lesa
eitt lítið
yrkingasavn
út í eitt
so er tað
ikki so løgið
at hon
saman við øðrum
brúkar hundrað ár
at skriva
eina neyðars
bókmentasøgu
+
eg eri ein steinur
tí tá verði eg líka ringur at skilja sum asfaltið
tú gongur á
*