at liggja ella
ikki hava ilt
at spáka undan
náttini og rotna
skjótari enn
hermenn í
hálvopnum
gravum verður
ikki málið fyrr
enn komið er
á mál tó at
pínan grevur í
moldini og
finnur seg
sjálva í dreymi
um ungdómsins
ítrótt og onnur
óbrøgd í vátum
døgum har
fávitskan varð
heiðrað í
dálkandi
skóm
*
tá hon
sigur
at hon
ikki megnar
at lesa
eitt lítið
yrkingasavn
út í eitt
so er tað
ikki so løgið
at hon
saman við øðrum
brúkar hundrað ár
at skriva
eina neyðars
bókmentasøgu
+
eg eri ein steinur
tí tá verði eg líka ringur at skilja sum asfaltið
tú gongur á
*
eru vit ikki
skjótt har
eingin tekin eru
hvørki á himni
ella sjógvi: og
eingin eldur
er størri enn
tann vit sjálv
framskunda
tá vit trúgva
í allar ættar
og tá vit tyggja
trygt tað grasið
sum er vaksið
onkra aðrastaðni
og skíta tað
út aftur har
okkara grør
sum um
tað var ein
aldingarður
og vit stjórna
okkara egna
gramleika
við kensluleysum
hondum
sum til síðst
neyvan
verða seldar
til lægtsbjóðandi
ella til tann
húðleysa
tungusavnaran
sum ger
íløgur í sína gikt
*