onsdag den 13. maj 2020

torsdag den 7. maj 2020

AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR









Hon er ikki so væl avtikin, myndin uppi yvir hesum teksti. Helst er tað við vilja - havi sjálvur tikið - men hon er á plakatini til framsýning mína - og har er hon betur avtikin - í Steinprenti, Skálatrøð 16,  og hevur hon  heitið AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR

Myndirnar eru gjørdar við vatnlitum, oljukriti, koli, penni, tussj, spritttusj, blýanti og livralýsi. Góða framsýning øll somul!



.

onsdag den 6. maj 2020

FUNNIÐ












gomul
sjónbond
og
smittaðir 
skuggar
krógva seg
hvar eg
so fari
við mínum
tónum av
fornum
sjónum






*

LÍKNILSI



tann stóra jarnhurðin
sum var so ring
at fáa upp
er nú dottin niður á
bókmentafrøðingin
sum misskilti alt
hann vildi skilja
soleiðis bara hann
vildi skilja tað






*

søndag den 26. april 2020

FRÁSTØVUT STØÐA



frástøða  
hjástøða 
lágstøða
 rástøða
gleivstøða
skrástøða
skeivstøða
sleivstøða
rangstøða
niðurstøða
góðaráðstøða 
óðasturáðstøða:
støðufrámerktur 
frástøðumaður
liggur í strástøðu
sum støvutur
smittustrámaður
við ongum spritti
sum skuldi verið í tunnu
men hann liggur nú og mungar
við bindi fyri munni
og hann bønar og biður
 á góða fitta fitta mín
kanst tú ikki spritta tín
so eg aftur kann lyfta vín
sum eitt gamalt svín
og liggistøðumaður
sum kann fáa tað hálva løgting
ið leskar vára tystu kapitalismu
at lata meg upp eins og móses við stavi
tá hann deildi havið
sum var tyngri enn sprittið
 sum eg ikki enn lyfti
so eg verði tín fitti
á fitta fitta mín:

 mítt handartváttarkonubrot
sum heldur seg hálvar og píkatríggjar metrar
frá vaskinum og tveir metrar frá sápuni
og fimm metrar frá sprittinum
og einum millimetri frá samfelagssinninum
og tað skrivar løggusprittveldið við feitari sápu
at tá tú heldur
títt samhaldsfasta samfelagssinni
longur inni
enn tveir metrar
og í minst tveir vetrar
ert tú samfelagssinnissjúkur
sum ein rustaður húkur 
í búkinum á manninum við løggu
sum tosar sum eitt
ið liggur í vøggu
á sóttarhald
á sóttarhald
eg gevi teg yvir
í mítt vald

                                                     

                                                     
 


                        




                                                                           *

torsdag den 23. april 2020

BOND




EITT SINDUR SKEIVT FOTOGRAFERAÐ TÍ MÁLNINGURIN VAR SO HEILT ÓLUKKSÁLIGA STÓRUR OG HONDIN SUM HELT TÍ EVARSKA LÍTLA FOTOTÓLINUM SKALV





tað vóru
øll hesi orðini
ið avgjørdi
hvar pøsirnarnar
skuldi standa
meðan tøgnin
varð skapt
í trúnaði
soleiðis sum
stólurin kravdi
annars slapp eingin
at sita á honum
nakrantíð
aftur
og einki hjálpti
um klæðini
vóru dálkað
av alskyns
litum





*

bonus:


.