tirsdag den 14. maj 2019
mandag den 13. maj 2019
RUNNIÐ
VÍST ER TAÐ KNÆ
SUM SIGUR TAÐ
STENDUR Í KVÆÐI RENNARANS
OG TAÐ HEVUR SUM SO
EINKI VIÐ HESA MYNDINA AT GERA
ANNAÐ ENN
AT TAÐ ER IKKI GOTT FYRI KNØINI
AT RENNA NÓGV
TÁ ALT RENNUR UPP AFTUR
SUM TÚ STRÍDDIST VIÐ
AT FÁA NIÐUR
*
RÆTTVENT
rætt skal vera rætt
og nú vendir hon rætt
og hann sjálvur til høgru
er ein havhestur
og hann spýr á tey
sum vilja veiða
tann leskiliga lomvigan
og seg og síni
+
søndag den 12. maj 2019
FRIÐAÐ
lomvigin
vigar nógv
í summum
sinnum
til dømis í
hesum yndisprenti
mínum sum
av óvart stendur
á høvdinum
og vit verða
mint á at
tað ikki er
so nógv til
av honum
longur so vit
kunnu varðveita
tann góða smakkin
í minninum meðan
vit sjálv standa á
høvdinum uttan at
ørast um alt sum úr
erva kemur og alt
skal ikki etast
.
.
AV YMSUM LITUM
hetta er myrkari enn í veruleikanum
men hvat skulu vit við øllum hesum ljósinum
tá fólk flest kortini ganga í sólbrillum
.
lørdag den 11. maj 2019
LJÓS
tað var júst
hesin tunnilin
tú tosaði um
tá vit vóru
á veg inn
í skriftina
og komu
ikki út aftur
fyrr enn beint
áðrenn vit
andaðust og
endurføddust
í óskiljandi
dusti
.
hesin tunnilin
tú tosaði um
tá vit vóru
á veg inn
í skriftina
og komu
ikki út aftur
fyrr enn beint
áðrenn vit
andaðust og
endurføddust
í óskiljandi
dusti
.
Abonner på:
Opslag (Atom)



