torsdag den 18. april 2019
EFTIRLOGI
aftan á
bálið
kom
málið
og kvaldi
skrálið
men so
frataði
tann sum
át kálið
og tendraði
aftur bálið
so nú hoyrist
bara skrálið
um málið
og at eingin
gjørdi hálið
*
onsdag den 17. april 2019
VITJAN
ætlaði mær ikki inn her
men tá eingin annar
hevur verið her í dag
so kundi eg eins væl
støkka inn á gólvið
og hyggja upp undir loftið
meðan onkur annar
hevði kveitt yvir á
eitt bróst fyri og annað eftir
tí har hanga forvitnisligar myndir
við fyndugum tekstum á
men loftið sær væl út
einki spor eftir flugum ella
øðrum kyktum og gólvið
sær næstan út sum um
onkur hevur vaskað tað í gjár
ella fyrradagin
tá vóru eisini nógv fleiri vitjanir
so ein skuldi trúð
at hetta var eitt sjúkrahús
og ikki ein sjálvtøkuhandil
við ókeypis yrkingum
og málningum
.
lørdag den 13. april 2019
ENN EIN TINNITUSSANDI MORGUN
suð í rørum
og so nógvum
øðrum
fær meg og
mítt oyra
at koyra
okkurt annað
lag á
í dag
.
mandag den 8. april 2019
GERANDISLENDI
rætturin er
bæði settur
og etin
akførini
aka ikki
á búkinum
men bøkkarnir
kitlast av
møðkunum
grindin
legði ikki
bara beinini
men tvøst og spik
og innvølir og blóð
og víðagitnar myndir
heilin er
ikki heilur
í einum
hálvhjartaðum heimi
segði dómarin
við kokkin
tá hann dømdi hann
at spýggja orðini
upp aftur
og síðani
eta tey
í seg aftur
.
+
onsdag den 3. april 2019
mandag den 1. april 2019
søndag den 31. marts 2019
Abonner på:
Opslag (Atom)



