ð
onsdag den 13. februar 2019
tirsdag den 12. februar 2019
fredag den 8. februar 2019
ÁTTANDI
júst tað
at eingin
lesur teg
tú ert
so kámur
og eingin
dugir
at lesa
og tey
einoygdu
eru blind
einans
vátakavin
skilir teg
áðrenn
hann lendir
og verður
sum onnur
,
tirsdag den 5. februar 2019
NÁTTIN
náttin
hvat annað
vil hon tær
enn eitt
óendaligt
einsemi
og dreymar
smokkaðar
fastar í
eitt runudíki
av himmali
******
fredag den 1. februar 2019
onsdag den 16. januar 2019
mandag den 14. januar 2019
ÚR HELLUNI
teldutannapína
og harðfrystur
harðdiskur
og onnur
eygnagnígging
er so vanlig
nú á døgum
at tú leingist
eftir bæði
pergamenti og
steintalvum
og ikki minst
tøvdum
vøttum at
sleppa undan
pilkingum í
møgulig hol
.
Abonner på:
Opslag (Atom)