mandag den 14. januar 2019
ÚR HELLUNI
teldutannapína
og harðfrystur
harðdiskur
og onnur
eygnagnígging
er so vanlig
nú á døgum
at tú leingist
eftir bæði
pergamenti og
steintalvum
og ikki minst
tøvdum
vøttum at
sleppa undan
pilkingum í
møgulig hol
.
fredag den 11. januar 2019
K V Ø L D
tað er
eins og
at eingin
er heima
og at tann
sum er úti
altíð hevur
verið tað
tað er
eins og
at nýggja
árið stinkar
av elli
*
onsdag den 9. januar 2019
H E R
her stendur einki
heldur ikki her
ella her
men har yviri til høgru stendur at tað bilar einki
.
mandag den 31. december 2018
torsdag den 20. december 2018
JÓLAFJÁKR
jólatræið dansar
um seg sjálvt
nú er hált
og eingin
spælir
bólt
og tað kom tað heldur ikki skaldskapur burtur úr
.
mandag den 17. december 2018
TAÐ
Tað er púra rætt sum tú sigur. Men hvat segði tú.
.
tirsdag den 4. december 2018
Abonner på:
Opslag (Atom)