opin vindeygu
spilla ikki
tey spiltu
nøvnini
jørðin
nærkast
jørðini
og mánin
óttast sína
speglvendu
ringrás um
speglið og
vit sum
eygleiða
eygveiða
.
áðrenn trúgvin
bóltar rút og
krossurin
dettur á teg
sum tað bál
tú sjálvur ert:
anda sum ein
ið kavar niður
á túsund
favna
dýpi
.
orðafars
tingast
ikki
við málið
fyrr enn
frikadellurnar
eru stoktar
í ljódligum
feitti
,
tá
orðini
verða
gjørd
til fars
og
smakka
av
ongum
kitlast
tungan
av
skaputum
tómleika
,
grundin
undir
tær
fær
tankarnar
at skinkla
tryggari
.
null
er eitt
stórt
tal tá
eingin
hyggur
inn her
.
einki
er tað
einasta
sum
hendir
*