tirsdag den 10. oktober 2017

POLITISK YRKING




tað er ikki loyvt
at lesa hesa yrkingina
við alt ov bláum eygum

tað er heldur ikki loyvt
at lesa yrkingina fyri einum 
við alt ov brúnum eygum

hevur tú svørt eygu
mást tú einans lesa hana
í einum myrkum rúmi

og hevur tú alt ov grøn eygu
so er tað einans loyvt
at lesa yrkingina úti á bønum

annars kanst tú fáa reyð eygu
og so sært tú bara tað
sum tú sjálv/ur vilt síggja





*

tirsdag den 3. oktober 2017

TEXTUR Á AFTARA KLAFFI




beint nú
skínur sólin
við ótýðiligum orðum

í nátt
regnaði tað
á sama hátt
sum altíð
( bara eg
skilti tað ikki )

eg má
fáa mær ein blund
á mínum
grótharða kodda
um eg skal
hava okkurt
at yrkja um
sum ikki snýr seg
um dreymar












              Á marknaðinum tann 13. oktober 2017








*

tirsdag den 5. september 2017

LANGATÍÐ



Eg havi einki skrivað her í longri tíð. Eg havi yvirhøvur einki skrivað her í longri tíð. Eg veit ikki hví eg einki havi skrivað her inni í longri tíð. Í nógvar vikur havi eg einki skrivað. Í næstan tveir mánar havi eg yvirhøvur einki skrivað her inni. Eg veit sum sagt ikki hví eg einki havi skrivað her inni í so langa tíð. Eg rokni heldur ikki við at fólk leggja nakað í tað at eg einki havi skrivað her í so og so langa tíð. Eg leggi helst heldur einki í at eg einki havi skrivað her í allar hesar nógvur vikur ja næstan mánar. Eg haldi at tað bara skal vera so at eg yvirhøvur einki skrivi her inni í langa tíð. Í langa tíð er tað bara so at tú einki skrivar í langa tíð. Og soleiðis má tað bara vera at tú yvirhøvur einki skrivar í langa tíð. Tann langa tíðin krevur bara av tær at tú einki skrivar í hennara longu tíð. Soleiðis er tann langa tíðin at hon spyr ikki meg um eg skal skriva nakað í langa tíð.




-

fredag den 28. juli 2017

KLOVSTIVLAR






- Her hendir ikki nógv. Agurk uppá breyð tríggjar ferðir um dagin. 
- Hevur tú søkt um pláss á røktarheimi? 
- Nei, eg veit heldur ikki, hvussu djúpt eg skal gravast niður. 
- Men á ólavsøku fert tú, veit eg. 
- Nei, ver ikki býtt. Eigi ongan lakajuniform. 
- Lat teg í tín gamla oljudans! 
- Kanska tað tú, og so í Sjónleikarhúsið í hoppidans!
- So verður tú turrur, tá tú kemur út aftur!




.

tirsdag den 25. juli 2017

ÓLAVSØKUMINNI








*



sekstan ár
síðani
eg seinast
og síðst
var á árligu
grýluveitsluni

líði sera illa av
grýlubúnaovurviðkvæmni
eins og eg heldur ikki toli
fosturlandskórkitsch
nazihorntónar
og hoppidans



*

søndag den 16. juli 2017

RÁTT OG VÁTT




veðrið er sum
tað skal vera
klárt
at scanna inn
í kassan







nógv løgin
fyribrigdi
sóust
meðan vit
arbeiddu
við framsíðuni
á bókahandlinum





ráðið
vil enn ikki
hava allar
stavir við
men tað 
leggur regnið
einki 
í




men
so kom
enn eitt
uppskot
men tað
er ikki 
turt enn






*


dryppini
eru góð tekn
at leppa
í seg
tá eingin
annar tosti
kitlar
ta ráu
sjónina



.